Ongi úrslit

Meistarin verður funnin hóskvøldið

Tað er neyðugt við triðju FM finaluni, tí Mjølnir í gjárkvøldið vann 3-1 ímóti SÍ Polestar-deildin - 2. FM-finalan: Mjølnir – SÍ 3-1 (26-24, 25-22, 13-25, 31-29)

Flogbóltssamband Føroya
22. mars kl. 10:03

Tað er neyðugt við triðju og avgerandi FM finalu fyri at finna føroyameistaran í flogbólti 2025, eftir at Mjølnir í kvøld vann annan finaludystin á SÍ 3-1.

Hóast fyrsta og annað sett vóru jøvn, var tað fyri tað mesta SÍ, sum jagstraði Mjølnir. SÍ var aftanfyri 21-24 í fyrsta setti, men javnaði til 24-24. Mjølnir vann tó 26-24. Mjølnir var eisini frammanfyri størsta partin av øðrum setti, undantikið miðskeiðis í settinum, tá SÍ vann fimm bóltar á rað og fór framum 16-14. Mjølnir tók tó skjótt leiðsluna aftur og vann settið 25-22.

Triðja sett var eitt typiskt triðja sett, har liðið sum hevur vunnið tvey sett, fer í dvala, og so var lætt hjá SÍ at vinna 25-13.

Mjølnir vaknaði aftur úr dvalanum og legði seg á odda 13-8 í fjórða setti, men SÍ javnaði til 22-22, og so varð spenningurin øgiligur, og ikki fyrr enn við sínum sætta dystarbólti – og tá hevði SÍ havt ein settbólt – eydnaðist Mjølni at vinna settið 31-29 við blokki frá Steffan Rosenlund.

Sostatt verður neyðugt við triðja finaludystinum, og hann verður á Giljanesi hósdagin 27. mars kl. 19.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45