Ongi úrslit

Meistaravenjarin gevst í Klaksvík

Nú er tað greitt, at kvinnuliðið hjá KÍ fer at skifta venjara

ki.fo
13 tímar síðan

KÍ kvinnur skulu hava ein nýggjan høvuðsvenjara.

Av persónligum orsøkum er Allan Drost givin í felagnum.

Fyri einum ári síðani varð danski Allan Drost nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ kvinnum.

Kappingarárið 2025 skuldi vera árið, har liðið vann seg upp aftur á tindarnar, og má sigast, at árið hevur verið gott. Kvinnurnar hava undir leiðslu av Allani og einum sera góðum venjaratoymi arbeitt hart og miðvíst við serstøku vinnaramentanini, sum er í hópinum.

Við 59 stigum kundu tær í oktober lyfta føroyameistarasteypið, og harvið taka tað við norður. 

-Eg eri ómetaliga takksamur fyri ta hjartaligu móttøkuna og tann kærleika, eg havi møtt her í Klaksvík. At fáa loyvi til at uppliva tann serliga felagsskapin, sum eyðkennir føroysku mentanina, hevur gjørt djúpt inntrykk, og fer tað heilt víst at inspirera meg víðari! Tað er torført at siga farvæl til nakað, sum hevur havt so stóra meining – serliga til eitt gott samstarv við starvsfólk, sjálvboðin og framúr góðar leikarar" sigur Allan. 

-Tað er í sátt og semju, at venjari og felag hava endað samstarvið, og harmast vit um, at Allan gevst hjá okkum. Allan hevur gjørt eitt sera gott arbeiði, og tað takka vit honum fyri. Arbeiðið við at finna nýggjan venjara til okkara KÍ kvinnur er byrjað, sigur Tummas Lervig formaður í felagnum.

Hópurin venur árið út undir leiðslu av Rannvá B. Andreasen og Rúnu Bjartalíð.

KÍ takkar Allani Drost fyri tíðina í felagnum og ynskir honum blíðan byr frameftir.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

Í gjár kl. 12:41