Ongi úrslit

Meistararnir eru á veg til hús

Sveis tryggjaði sær pláss í fjórðingsfinaluni við at senda grannarnar úr Italia úr EM endaspælinum

Jóannes Hansen
Í gjár kl. 19:33

Fyri trimum árum síðani vann Italia finaluna í EM endaspælinum. Nú er tað greitt, at Italia verður ikki partur av ársins EM finalu.

Í dag hevði Italia møguleika at vinna sær pláss í fjórðingsfinaluni. Mótstøðuliðið var grannin fyri norðan. Meðan Sveis hevur avrikað væl higartil, so hevur Italia verið eitt vónbrot. Kortini varð Italia roknað at vera favorittur, men tað eydnaðist ikki Italia at fáa bilbukt við Sveis. Hvørki í avriki á vøllinum ella í úrsliti.

Sveis vann 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Fyrra málið varð skorað átta minuttir undan steðginum, og seinna málið varð skorað beinanvegin eftir steðgin.

Sveis legði bragdliga fyri við hugflogsríkum álopsspæli, meðan Italia ongantíð fótaði sær.

Remo Freuler setti hol á, tá ið hann sneiddi seg leysan í brotsteiginum og smekkaði bóltin í málið aftanfyri Gianluigi Donnarumma.

Beinanvegin eftir steðgin spenti Italia álopsbogan. Men meðan fleiri italiumenn vóru frammarlaga á vøllinum sektaði Sveis mótstøðuliðið. Í skjótum mótálopi endaði bólturin hjá 25 ára gamla Ruben Vargas, sum avrikaði við stórum sjálvsáliti. Augsburg spælarin buktaði bóltin framvið italska málverjan, og so var 2-0 og Italia í stórari kreppu.

Italia skifti fleiri álopssinnaðar spælarar inn, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Næst við var tað, tá ið bólturin 17 minuttir undan leikloki brast í stólpan.

Í fjórðingsfinaluni fer Sveis at spæla ímóti vinnaranum av uppgerðini millum England og Slovakia, sum verður í morgin.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26