Ongi úrslit

Meira gjøgnumskygni hjá Bústøðum

Møguligt at síggja íbúðirnar

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Í novembur síðsta ár høvdu vit eina grein um at fólk vóru ónøgd við mátan Bústaðir bjóðaðu út íbúðir uppá. Hettar tí tað ikki var týðiligt um man kundi sleppa at síggja íbúðina, áðrenn man segði ja til at leiga hana.

Stjórin, Jógvan Ósá segði tá, at tey umrøddu at broyta háttin fyri at fáa meira gjøgnumskygni.

Spurdur eftir um hvussu støðan er nú, og um nakað er broytt, svarar hann

-Okkara tilboð um íbúð er í dag orðað soleiðis:

Hey,

Ein íbúð er nú tøk, ið passar til tað tú ert uppskrivað/ur til

Vinarliga boða okkum frá um tú ert áhugað/ur í íbúðini við at trýsta á leinkjuna niðanfyri og svara

Íbúðin, ið talan er um: xxxx

Svara fyrispurningi við at trýsta á hesa leinkjuna

Seinasti dagur at svara er 10 jan. 2026

Áhugaði hoyra frá Bústaðir tá svarfreistin er úti

Møguleiki er at síggja bústaðin sum tú hevur fingið bjóða, um neyðugt. Men tó mást tú vísa áhugað í leigumálinum áðrenn, so Bústaðir hevur eitt betri yvirlit yvir møguligar leigarar.

Bústaðir má taka atlit til núverandi leigara - og tískil vera framvísingar gjørdar eftir avtalu við verandi leigara, og Bústaðir sendir avmarkaða innbjóðing til tey sum hava víst áhugað eftir at svarfreistin er lokin.

Trýst her fyri at gera broytingar til hvat tú leitar eftir

Vinarliga,

Bústaðir

Hvussu nógv vera boðin at síggja íbúðina í senn, kemur alt ann uppá, hvussu nógv fólk talan er um, eru áhugaði.

Tey royna at samskipa tað soleiðis, at øll sum eru áhugaði í at síggja íbúðina, fáa møguleika fyri tí.

So nú er tað meira týðiligt hvat ein hevur rætt til áðrenn endalig støða verður tikin, og skrivað verður undir leiguavtalu.

Í mun til at broyta leguavtaluna, har tað til dømis kan takast meira atlit til komandi leigara, enn til tey sum skulu flyta út, so er Bústaðir í løtuni í dialog við leignevndina um hetta, men tað er enn ikki komi á mál.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41