Herfyri var at lesa á einum bólki á Facebook, at um mann fekk tilboð upp á íbúð, skuldi mann siga 'ja' ella 'nei' innan stutta tíð – og uttan at hava sæð íbúðina.
Hesum vóru mong ósamd í.
Ein limur í bólkinum, sum vil vera ókendur, fekk eitt bræv við tilboði um íbúð, og tað var við innflyting longu ein mánað eftir.
Persónurin segði nei takk, tí viðkomandi visti ikki, at mann kundi síggja íbúðina, áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður.
Tilboðið ljóðaði soleiðis:
Ein íbúð er nú tøk, ið passar til tað, ið tú ert uppskrivað/ur til.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ert áhugað/ur í íbúðini við at trýsta á leinkjuna niðanfyri og svara.
Seinasti dagur at svara er xx.xx.
Áhugað hoyra frá Bústøðum, tá ið svarfreistin er úti.
Trýst her fyri at gera broytingar, til hvat tú leitar eftir.
Vinarliga,
Bústaðir
Mannagongdin er altso ikki sum í eitt nú Danmark, har ið eini 15-20 tey fremstu á listanum sleppa at síggja íbúðina, áðrenn tey taka avgerð.
Ofta eru nakrir mánaðir at summa seg, áðrenn mann flytur inn, har ið mann fær tíð at siga verandi leigumál upp.
Sostatt sleppur mann eisini frá at standa við dupultari húsaleigu, ið summi kanska enda við.
Spurd, hví tey gera, sum tey gera, og ikki hava líknandi mannagongd sum í Danmark, tá ið fólk flest neyvan hava í huga at siga ja takk til eina íbúð, ið tey ikki hava sæð, sigur Jógvan Ósá, stjórin í Bústøðum soleiðis:
– Tað er soleiðis, at vit senda tilboð út til fleiri á bíðilistanum. Tá ið svarfreistin er farin, hava vit eitt yvirlit yvir tey, sum eru áhugað í júst hesum leigumálinum.
Um tilfarið á heimasíðuni ikki vísir seg at vera nøktandi, so gera vit framvísingar í samráð við núverandi leigara, har onkur frá Bústøðum eisini er við.
Um t.d ein leigari tekur av einari íbúð og ger sáttmála um at leiga hana, og so alíkavæl í samband við innflytingarsýnið ynskir at hoppað frá, so er tað eisini okey, tí einki er bindandi fyrr enn innflytingarsýnið hevur verið, og er undirskrivað.
Grundin til at vit ikki kunnu gera, sum í Danmark er, at vit hava ikki møguleikan at koyra leigarar út hasar 14 dagarnar, áðrenn uppsøgnin fer í gildið.
Tískil mugu vit viðhvørt finna nýggjan leigara ímeðan verandi leigari enn býr í leigumálinum. Í hesum sambandi mugu vísa viðkomandi leigara atlit, og tí ynskja vit ikki at fara inn til teirra leigumál við ov nógvum fólkum, um tað nú ikki er neyðugt.
Í praksis er tað soleiðis í dag, at tey, ið ynskja at síggja eitt leigumál, sum tey hava fingið boðið, sleppa at síggja tað.
Fyri ikki at hava ov nógvar framvísingar, hava vit gjørt tað soleiðis, at tey sum siga at tey vera áhugaði í leigumálinum, sleppa at síggja um tey ynskja tað.
Men eg kann tó leggja afturat at vit hava umrøtt at fara aftur til tað "gamla" har vit hava framvísing fyri øllum, men vit hava enn ikki tikið støðu til um, ella hvussu vit gera tað.
Man gjørdi onkrar broytingar fyri uml. hálvumørðum árið síðani. Man prøvaði onkur ting av og eitt av teimum, var at man fór frá at gera framvísingar.
Tá tað so er sagt, so hava vit heldur ikki altíð haft almennar framvísingar. Tað varð altíð gjørt í samband við nýggjar ognir, men í samband við inn- og útflyting hevur tað ikki altíð verið neyðugt.
Eg fái í løtuni ikki sagt um vit koma at broyta nakað í samband við innflytingar- dato, vit hava ikki tikið støðu til tað.
Spurdur um ikki okkurt skal gerast fyri at lýsa betri, so fólk vita at tey kunnu síggja íbúðirnar fyrst, svarar Jógvan Ósá at enda:
-Ja, tað er akkurát tað, sum vit eru í gongd við at hyggja uppá.