Fær Megd ikki eina hægri játtan á fíggjarlógini næsta ár, má felagsskapurin seta sparingar í verk. Tað eru boðini til løgtingsins fíggjarnevnd, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar. Megd er felagsskapurin fyri fólk við breki og teirra avvarðandi.
Landsstýrið ætlar at Megd skal fáa 1,950 milliónir á fíggjarlógini næsta ár, men felagsskapurin sigur, at fáa tey ikki 400.000 krónur afturat, verður neyðugt at seta sparingar í verk.
Orsøkin til tað er, at virksemið er nógv økt hesi seinastu árini, umframt at prísirnir sum heild eru hækkaðir nógv.
Hesi seinastu árini eru arbeiðsuppgávurnar hjá Megd øktar munandi eitt nú við at skriva hoyringarskriv til lógaruppskot, sum verða løgd fyri Løgtingið, og við at halda ráðgevandi fundum við ymiskar myndugleikar, fyritøkur og einstaklingar. Samstundis ger Megd eisini frágreiðingar til ST um støðuna hjá fólki við breki í Føroyum.
Somuleiðis seta nýggjastu tilmælini frá altjóða brekrættindanevndini krøv til feløgini eitt nú um at vera við í samstarvi við myndugleikarnar.
– Hetta krevur, at Megd hevur hóskandi orku og servitan, sum tekur tíð at byggja upp, og sum annars er torfør at finna aðrastaðni í samfelagnum, sigur Megd á eini áheitan á Fíggjarnevndina.
Harumframt vísa tey á, at lógin um brekumboð varð samtykt í hesum tingárinum. Brekrættindasáttmálin áleggur í londum at tryggja eitt sterkt og virkið samstarv við feløg hjá fólki við breki.
Lønarútreiðslurnar í fjør vóru munandi hægri, enn árið frammanundan og tær verða upp aftur hægri næsta ár, umframt at tað er væntandi, at prísirnir sum heild fara at hækka.
Hetta tyngir nógv um raksturin, og fær Megd ikki ikki eina hægri játtan, verður neyðugt at spara, siga tey.
Samstundis hava limafeløgini í Megd stóran tørv á løgfrøðiligari ráðgeving um hvørji rættindi tey hava, umframt ráðgeving í sambandi við lóggávu, ið viðvíkur limum teirra.
Tí hevur Megd fingið sær løgfrøðiliga ráðgeving. Í september í fjør fór løgfrøðiliga ráðgevingin sítt virksemi, og hendan tíðin síðani hevur víst, at stórur og grundleggjandi tørvur er á hesi tænastuni til fólk við brek og teirra avvarðandi, sigur Megd.