Meðan val er

Fleiri uppstillað fólk hava vitjað Heilsuhjálparafelagið í sambandi við kommunuvalið. Aftan á valið rokni eg við at síggja onkur ynski hjá okkum innførd

Mary Antonsdóttir
10. november 2024 kl. 14:50

Fleiri uppstillað fólk hava vitjað Heilsuhjálparafelagið í sambandi við kommunuvalið.Vit hava greitt teimum frá avbjóðingum og loysnum fyri at fáa eitt vælvirkandi eldraøki. Aftan á valið rokni eg við at síggja onkur ynski hjá okkum innførd.

Lat tað vera sagt, at eingin einføld loysn finst fyri eldraøkið. Økið er sera fløkt. Tí mugu politikarar og kommunalar umsitingar altíð spyrja okkum fakfeløg eftir eisini.

Men tíverri lurta kommunupolitikarar aloftast bert eftir síni umsiting. Kanska tí teir hava ov lítið innlit í økið?  Vit halda snøgt sagt, at politikarar mugu stýra meira. 

Leiðslubygnaðurin er bólgnaður nógv, síðan eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar. Har eru stjórar, eindarleiðarar, deildarleiðarar, millumleiðarar, varaleiðarar, dygdarmennarar, og Gud viti hvat. Eingin spyr, um tað er neyðugt við hesum. Hava vit ráð? Eru starvsfólkini á gólvinum við sviðisoð? Verður játtanin etin upp av leiðslu? Tað er vert at fara og kanna.

Tíbetur eru lønirnar hjá okkara  limum nú nøkunlunda sum tær hjá øðrum føroyingum. Trupulleikin er bara, at 90% av okkum, ið arbeiða við umsorgan, arbeiða niðursetta tíð. Tey flestu starvast í brøkinum 0,7. Tá er lønin 21.000 krónur heldur enn 30.000 kr, fyri at taka eitt dømi.

Hví er tað so? Tí eldraøkið er nærum óbroytt, síðan danski tænastumansreformurin varð smoygdur yvir okkum í 1969. Danska skipanin setti sokallað kvinnustørv lægri enn mannfólkastørv við somu útbúgvingarlongd.

Tí má hugburðurin til umsorganarstørvini broytast við hørðum kommunalum átøkum: Tað skal ongantíð søkjast eftir fólki at arbeiða niðursetta tíð. Slíkt er ósømiligt. Tað skapar eina undirstætt av kvinnum við vánaligari løn - og eftirløn: Við nevnda starvsbrøki á 0,7 missa limir hjá okkum 1,4 milliónir krónur í eftirløn yvir 45 ár.

Eg kann upplýsa, at einans átta av okkara 800 limum eru mannfólk.

At allar vaktir ikki eru átta tímar, forðar fyri, at fólk kunnu knógva seg upp á fulla tíð, uttan so at tey møta til arbeiðis næstan allar 30 dagarnar í mánaðinum. Hevði tú tímað tað?

Veruliga lønin er tengd at tignini í einum og hvørjum starvi. Vit mugu tí burtur frá hesum hugburðinum, at kvinnan bert fer út at forvinna sær eitt ískoyti til húsarhaldið. Sjálvstøðug fólk seta øðrvísi krøv. Ung í eldraøkinum forlanga fulla tíð. Annars rýma tey.

Miðalaldurin hjá limum okkara er umleið 50 ár. Kommunurnar hava tí ta risastóru uppgávu at fáa fleiri ung at útbúgva seg til heilsuhjálpara ella heilsurøktara. Hetta snýr seg um trivnaðin í øllum føroyskum kommunum.

Í hesi alneyðugu tilgongd má hugsast nýtt. Arbeiðið við teimum eldru er vorðið so uppgávustýrt, at sjálvt menniskjað verður gloymt. Betri stundir mugu og skulu setast av til tað sosiala. Pláss skal vera til eitt prát, at lesa ein tíðindastubba ella fara ein gongutúr; slíkt sum gevur vælveru og gleði - fyri øll.

At ein og sami persónur situr og leiðir og deilir arbeiði, hoyrir eisini eini farnari tíð til. Tey ungu starvsfólkini krevja sum nevnt meira og meira at hava ávirkan á sítt egna arbeiði og sína egnu frítíð. Tey vita, at til ber at keypa eina skipan á netinum, so starvsfólk sjálv kunnu leggja sínar vaktir. Hetta hevði linkað arbeiðstrýstið hjá leiðaranum, sum tí kundi tikið sær av øðrum uppgávum.

Eftir at eldraøkið varð lagt út á kommunurnar, gongur illa við starvsfólkanormeringini. Hetta elvir til, at starvsfólk blíva strongd og ónøgd. Vandin er, at tey rýma. Ein normeringslykil má tí ásetast við lóg, so kommunurnar tryggja, at nóg nógv fólk altíð er til arbeiðis.

Sum nú er, hava vit onga minimumsnormering. Tað er upp til einstaka leiðaran, hvussu dagurin verður skipaður. Normeringin má og skal samsvara við veruligu arbeiðsbyrðuna. 

Tá ið búfólk flyta inn á røktarheim, má sostatt visiterast eftir tyngd og ikki eftir tali á búfólkum.

Úti í kommununum er vandi fyri, at  starvsfólk fáa arbeiðsskaða á umsorganarøkinum,tí amboðini ikki eru nøktandi.Tølini av óarbeiðsføri tala fyri seg hjá Betri Pensjón. Gólvlyftur? Tær skuldu verði ólógligar! Nógv hava fingið bæði slitnar lendar og ringan rygg av teimum. Gaman í, nýggj ellisheim verða smíðað við loftslyftum ístaðin, men lyftir mugu vera í hvørjum kamari.Nú ið Føroya landsstýrið hevur gjørt av at játta lágløntum og miðalløntum skattalætta, sakna vit, at kommunurnar gera okkurt munagott av tí sama. Vit kódna í inntøkuskatti og fimm ella seks eyka "gjøldum", sum í veruleikanum eru upp aftur meiri skattur. Tað hevði tískil rínt væl við, um botnfrádrátturin í kommunuskattinum hækkaði við 5 til 10 túsund krónum, og skatturin lækkaði við minst einum prosentstigi.

Her at enda er áheitan mín soljóðandi:

Skulu vit varðveita vælferðarsamfelagið gjøgnum kommunal átøk, mugu tit staðbundnu politikarar taka okkara stúran í størsta álvara. Gera tit ikki tað, verða tit noyddir at innflyta útlendska arbeiðsmegi, ið ikki duga føroyskt og kanska ikki hava neyðugar heilsufakligar førleikar.

Hendan dapra ávaring er ikki tikin úr leysum lofti. Okkara skrásetingar vísa, at um tíggju ár eru minst 250 av limum felagsins oman fyri pensiónsaldur. Aðrar framrokningar benda á, at tá er snøgt sagt ikki longur javnvág millum tey, sum leggjast til og hesi, sum fara frá.

Gott kommunuval.

Mary Antonsdóttir, forkvinna,

Heilsuhjálparafelag Føroya