Ongi úrslit

May-Britt Skoradal framflutt til lektara í heilsuvísindum

Fróðskaparsetur Føroya
28. oktober kl. 14:15

May-Britt Skoradal er framflutt til lektara í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

May-Britt Skoradal, ið hevur arbeitt sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðani november 2021 og sum varadekanur síðani 2016, er upprunaliga útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Bispebjerg Sygeplejeskole í 1993. Samanlagt arbeiddi hon í 10 ár sum sjúkrarøktarfrøðingur í Danmark og fýra ár á Landssjúkrahúsinum í Føroyum við diabetes sum høvuðsøki. Í 2010 varð hon sett í starv á Setrinum sum námslektari.

Í 2021 vardi May-Britt sína ph.d.-ritgerð, sum snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur, og granskingin hjá May-Britt síðani hevur eisini snúð seg um rørslu og trivnað hjá fólki við kroniskum sjúkum.

Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum.

Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran grundað á vísindaligar útgávur, undirvísing og vegleiðing, miðling av gransking og fyrisitingarligar royndir.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá May-Britt Skoradal lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at hon verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39