Ongi úrslit

Máttu tríggjar ferðir á Landssjúkrahúsið eftir fullum monnum

Áki Bertholdsen
2. oktober kl. 12:40

Tað hendir seg av og á, at full fólk fara inn á Landssjúkrahúsið - kanska tí at tey ongastaðni hava at vera og so leita tey sær undir tak og inn í varman.

Men Landssjúkrahúsið er ikki eitt uppihaldsstað hjá fullum fólki og løgreglan sigur, at ofta er hetta ein trupulleiki á Landssjúkrahúsinum, serliga tá ið veðrið er ófantaligt, tí tey eru til ampa.

Og løgreglan sigur, at tríggjar ferðir í gjár, og í morgun, møtti løgreglan á Landssjúkrahúsi at vísa fullum fólki burtur.

Bæði tíðliga í gjáramorgunin, og tíðliga í morgun, varð løgreglan boðsend eftir sama manni, sum hevði leitað sær inn á Landssjúkrahúsið.

Og á midnátt í gjárkvøldið máttu tey eisini eftir einum manni, sum hevði verið til viðgerð á skaðastovuni, men sum ikki vildi útaftur tá ið hann var liðugur.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

23 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03