Tá Tórshavnar kommuna segði “nei takk” til at taka ímóti grind úr Fuglafirði, so brast fyristillingin um grindadráp sum verandi gagnligt ella guðsgivið, og føðin, sum vit einans eyðmjúkt eta, tí hon er neyðug. Og tað vísti seg, at hon hvørki er neyðug, og vit ei heldur duga hógv. Tað var girnd. Overnýtsla. Og ein mentan, sum stundum gongur meira uppí at halda fasaduna uppi enn sannleikan ella samkenslu.
Hetta var tíggjunda grindadrápið í ár. Ein flokkur var sæddur í Fuglafirði, fyrst mettur til at vera uppá 60–70 hval. Men tað visti seg at vera ein eyka stór grind, kanska 400+ hvalir. Til endans vórðu 285 av teimum riknir og dripnir, og tað er uttan at telja teir óføddu ella ungu hvølparnar við uppí.
Og tað var ikki bara ein stór grind. Tað var eitt øðilsi. Eitt av teimum mest kaotisku sjónunum, eg havi sæð í mong ár.
Tvey ting plága meg inniliga.
Fyrsta trupulleikin: talið á grindini varð grovt mismett.
Hetta hendir ofta, ein munur á 100–300% ella meir. Og ja, tað hevur týdning. Tí loyvi verður givið út frá tí metinum. Sýslumaðurin viðurkendi sjálvur:
“Hevði eg vitað, at grindin var so stór, so hevði eg neyvan givið loyvi til at halda hana til. Í øllum førum ikki allari grindini. “
Tað sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður í norðurøkinum.
Hugsa um tað. Hann veit, hvussu traumatiserandi og kaotiskt tað er at reka ein so stór grind. Grindahvalir halda saman. At royna at skilja teir sundur er eitt ótrúligt rok. Nakrir fara á land og doyggja av ræðslu. Og heilt erligt: hann visti eisini at tað vóru ov fáir menn í fjørðuni. Tí tók drápið 1½ tíma – alt ov fá fólk, sum í ørskapi stungu alt, ið rørdi seg.
Ímyndað tær: ein móðurhvalur, ella hvølpur, sum vríggjar seg í blóðnum hjá familjuni, ræðslusligin, meðan hann bíðar eftir at verða skorin sundur. Um tú veruliga hugsar um tað, er tað ikki til at bera. Og kortini hendir tað.
So eg má spyrja:
– verður grindin mett skeivt við vilja fyri at tryggja, at drápið fer fram?
– Ella mangla teir simpulthen bara førleikan at gera eina nágreiniliga meting?
Hvørgan av valunum er gott. Men tað má vera eitt av teimum.
Seinna trupulleikin: frystararnir vóru longu fullir.
Áðrenn grindin í Fuglafirði eru níggju grindadráp longu farin fram í ár, 646 grindahvalir og springarir dripnir. Kjøtið er longu býtt út frá bygd til bygd fyri at sleppa av við yvirskotinum. Tórshavn hevur dripið sína egna grind fyri stuttum og tikið ímóti lutum frá tveimum øðrum grindadrápum. So tá borgarstjórin segði “nei takk,” var tað ikki av vantandi virðing, men tí at tey longu høvdu nóg mikið.
Men hennara erligheit avdúkaða nakað annað ótespiligt: at tað snýr seg ikki um at breyðføða svangar familjur. Tað snýr seg um at halda grindina koyrandi tí “soleiðis gera vit.” Og knappliga fekk hon ringa viðferð fyri at siga tað, sum tað er.
Ein føroyingur tók væl samanum:
“Sjálvandi sigur man ja takk. Vit eiga at hjálpast at við at taka grindina upp. Alt annað er vitleyst. Grindin má og skal takast upp.”
Hendan útsøgnin sigur so nógv. Fólk føla, at tey noyðast at taka ein part, sjálvt um tey ikki hava brúk fyri tí. Í gjøgnum árini havi eg hoyrt nógvar stillar viðmerkingar um hetta pressið, sum sjáldant verður tosað um. Men pressið er har og hjálpir við at halda ímyndin livandi: “Hygg, einki fer til spillis!”, tá veruleikin er tann, at tað at takka nei fyri lutin kundi bent á, at kanska, bara kanska, er har spill.
Lat okkum hyggja eftir tølunum … og áðrenn nakar ákærur meg fyri at yvirdriva, so eru metingarnar sera konservativar. Eg havi enntá tikið hædd fyri, at nakrir av dripnu djórunum vóru springarir, sum eru minni.
Ein grindahvalur vigar í miðal 1300 kg
Umleið 50 % er etandi grind og spik (hóast nakrar keldur siga ~60%)
Til samans dripin í ár (uttan at telja óføddir og sera ungir hvølpar við uppí): 931
Tað gevur okkum:
931 × 1300 × 0,5 = 605.150 kg.
Býtt millum 55.000 fólk:
605.150 ÷ 55.000 ≈ 11 kg per persón.
Men bert 13 % av fólkinum eta grindakjøt hvørja viku. Fyr tey verður luturin knappliga ≈ 84 kg hvør.
Fýraogfýrs kilo kyksilvur- og PCB-dálkað grind og spik. Hvør er tað, sum veruliga etur so nógv? Og um tey ikki gera tað, hvat so? Eru hjallar og frystarir stúvstappað? Ella … hendir okkurt annað, sum eingin vil tosa um? Eg ákæri ikki, eg spyrji. Tí tølini geva ikki meining annars.
So er tað spurningurin um pengar:
Kári Johansen, býráðslimur, sum á Facebook hevur funnist at avgerðini hjá Tórshavnar kommunu um ikki at taka ímóti grind, hevur roknað upp á virði av grindini til at vera umleið 5 milliónir krónur.
Bíða nú …? Hvat …? Hví er ein prísur settur á hvalum, har tað annars sigst, at tað ikki er kommersielt? Hvat bendir tað á?
Kanska passar hetta heldur væl saman við tí, at vit kunnu finna hópin av prógvi fyri, at grindakjøt verður keypt og selt.
Handlar, matstovur og sjálvt privatpersónar selja fyri upp til 300 krónur per kilo!
Og samstundis sigur stjórnin, serliga til kvinnur og børn, at tey helst skulu lata vera við at eta grind vegna kyksilvrinum, so eru teir somu stovnarnir við til at býta tað út. Sum sjúkrarøktarfrøðingur er tankin um at borðreiða hetta dálkaða kjøtið í ellisheimum vamlisligur.
Hetta eru ikki øll tey uttanífrá, sum fortelja føroyingum, hvat teir skulu gera. Tað eru sovorðni sum eg, og vónandi nógv av tykkum, sum undra seg yvir: hví taka vit undir við hesum mótsøgnunum? Hví er støddin av grindini ferð eftir ferð mett skeiv? Hvør kontrollerar avgerðirnar? Hvør fylgir við, hvussu nógv av kjøtinum veruliga verður etið? Og hvat ger hetta við okkara børn, sum vaksa upp við at standa á einari blóðreyðari strond og síggja djór doyggja seint og kaotiskt?
Hvalir, sum eru uppá vegin. Hvølpar, sum enn sýga bróst. Deyðir á betonginum á kaiini. Tað er ein sjónlig og ónoktandi mynd av oyðilegging. Og allíkavæl yppa vit øksl og trúgva uppá avoldað dáta og søgur um síðvenju.
Til føroysku miðlarnir: hetta er tykkara søga at fortelja, erligt og opið. Ikki tey uttanífrá. Hetta snýr seg um tykkara samfelag. Og um tey, sum í stillum undra seg yvir, um hetta er rætt, men føla seg ov pressað til at tosa um tað.
Ein siðvenja skal ikki snúgva seg um, at lata sum einki ella doyva sannleikan.
Onkuntíð er tað, at siga “nei”, tað mest tignarliga tú kanst gera fyri mentanina, fyri tína heilsu og tína integritet. Og onkuntíð er tann djarvasti journalistikkurin av tí slagnum, sum torir at gera fólk illa við.
- Jeg vil gerne give en speciel tak til den færøske stemme som har hjulpet mig med at oversætte kronikken fra dansk til færøsk.
Jeg påskønner hver eneste lokale stemme, som har besluttet sig for at grinden skal have fred nu og i fremtiden.
Tak.