Sum vit skrivaðu í gjár, eru samráðingarnar slitnaðar ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, og Maskinmeistarafelagið, um nýggjan sáttmála fyri maskinmeiarar hjá SEV og IRF.
Maskinmeistarafelagið gevur KAF skyldina fyri at samráðingarnar slitnaðu, tí tey vilja ikki gera reglur um arbeiðstíð og frítíð.
Men KAF sigur, at tað er Maskinmeistarafelagið, sum hevur skylduna í, at støðan er sum hon er.
KAF sigur, at partarnir hava bara havt fimm fundir, áðrenn Maskinmeistarafelagið vildi hava Semingsstovnin uppí.
Vit hava gingið fleiri av krøvunum hjá Maskinmeistarafelagnum á møti, men tað sær ikki út til, at vilji er til staðar at finna semju um ein nýggjan sáttmála - annars gekk sáttmálin út 1. oktobur ó 2022, sigur Petur Martin Gregersen, formaður í KAF.
KAF hevur lagt stóran dent á at ganga krøvunum frá Maskinmeistarafelagnum á møti um at fáa meira skipað viðurskifti fyri starvsfólk hjá SEV og IRF - eisini greiðar reglur og greiðan skilnað ímillum starvsfólk, su arbeiða í vaktarskipan og tey, sum ikki gera tað.<
KAF hevur, í stóran mun, gingið krøvunum hjá Maskinmeistarafelagnum á møti, so sum støðan er nú ber ikki til ar slaka meir, sigur KAF.
– Maskinmeistarafelagið tvíheldur um nøkur ófrávíkilig krøv, sum beinleiðis gera seg inn á leiðslurættin hjá arbeiðsgevarunum. Hetta kunnu vit í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum ikki góðtaka, sigur felagið.
– Hvørja ferð vit ganga Maskinmeistarafelagnum á møti, kemur felagið við nýggjum krøvum, sum hava við sær at leiðslurætturin verður fluttur frá arbeiðsgevarunum til leiðsluna í Maskinmeistarafelagnum. Hetta gongur ikki, tí leiðslurætturin er arbeiðsgevarans, sigur formaðurin.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið afturvísur staðiliga ákærunum hjá Maskinmeistarafelagnum um, at endamálið er at hava óskil á arbeiðsplássunum og at arbeiðsgevarar bróta galdandi sáttmála við teimum skipanum, sum arbeitt verður eftir í dag.
– Tær skipanir, starvsfólkini arbeiða eftir í dag eru eftir sáttmálanum og hann hava undanfarnir formenn í Maskinmeistarafelagnum góðkent fleiri ferðir tá ið sáttmálar eru endurnýggjaðir, sigur KAF.
Tað ber ikki til at samráðast um ófrávíkilig krøv og tí heitir KAF á Maskinmeistarafelagið um at koma til veruligar samráðingar
– Lat okkum fáa eina semju um nýggjan sáttmála soleiðis, at limirnir í Maskinmeistarafelagnum fáa
ágóðan av lønarhækkanini í tíðarskeiðinum frá okt. 2022 fram til í dag.
– Sum nú er liggja yvir tríggjar milliónir og bíða eftir at verða goldnar út í lønarhækkingum til limirnar í Maskinmeistarafelagnum, sigur Per Martin Gregersen, formaður í KAF.
Enn er kortini ikki talan um verkfall, hóast samráðingarnar eru slitnaðar. Fara maskinmeistarnir í verkfall, skal boðast frá tí minst 72 tímar frammanundan. Teir vóru í verkfalli fyrst í hesi øldini og tá varð streymurin kvettur fleiri ferðir í ávís tíðarbil um dagin.