Ongi úrslit

Martin verður reyður

B68 hevur skrivað undir sáttmála við álopsspælara hjá Víkingi

Jonhard Hammer
10. november 2024 kl. 13:29

Tá ið B68 á síðsta leikdegi vann 4-1 á útivølli ímóti NSÍ og við sigrinum bjargaði lívinum í bestu deildini, var 17 ára gamli Bartal Páll Klein stóri maðurin. Hann skoraði hattrikk.

Tað hevur ljóðað, at Bartal Páll fer av landinum at royna seg, og tað er óvist, hvussu tað verður við Brian Jakobsen, sum var ein annar av álopsspælarunum hjá B68.

Tað er greitt, at Jóhan Josephsen fer at halda fram á Svangaskarði. Hann hevur B68 leigað úr KÍ.

Nú er tað greitt, at Martin Klein Joensen verður nýggjur álopsspælari hjá B68. Í fjør var hann eyðsýndur í Víkingi, har hann skoraði 16 mál og var bestu spælari onkran mánað. Síðani fór hann til Íslands at royna seg. Har gjørdi hann skjótt av, og síðani hann kom aftur úr Íslandi og aftur fór at spæla við Víkingi, riggaði tað ikki væl.

Tølini siga, at Martin var við í 15 dystum. 12 ferðir varð hann skiftur inn, og tríggjar ferðir varð hann skiftur út, og hann skoraði trý mál.

Martin Klein Joensen, sum 2. jóladag verður 25 ár, hevur sambært FaroeSoccer spælt 90 landskappingardystir í bestu deildini og hevur skorað 38 mál.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41