Martin er á beinkinum

U21 EM fótbóltur: Landsliðsvenjarin hevur tikið teir somu ellivu at vera við frá fyrsta bríksli, sum hava spælt seinastu ferðirnar

Jóannes Hansen
16. november 2023 kl. 13:03

Fyrsta bríksl verður klokkan 14 í EM undankappingardystinum hjá U21 landsliðnum í Tripoli í Grikkalandi. Landsliðsvenjarin hevur givið teimum somu ellivu møguleikan frá fyrsta bríksli, sum hava verið við frá fyrsta bríksli seinastu ferðirnar.

Tað vil siga, at Martin Agnarsson er millum teir, sum eru á beinkinum. Martin Agnarsson er á lønarlistanum í Viborg FF, sum eigur lið í donsku superliguni. Martin Agnarsson hevur fyrr í ár verið so mikið skaðadarvaður, at hann bara var við í fyrsta dystinum, tá ið tað á heimavølli endaði 2-2 ímóti Andorra í Klaksvík. Tá var Martin Agnarsson vongverji í vinstru.

Síðani Martin varð skaddur, hevur Ási Dam, sum eftir summarsteðgin var leigaður frá HB og til 07 Vestur, vongverji í vinstru. Hann stóð seg væl, bæði í Vágum og á U21 landsliðnum, og eisini í dag er hann vongverji í vinstru.

FSF skrivar soleiðis:

Fyri níggju árum síðani syrgdi føroyska manslandsliðið fyri, at Føroyar enn einaferð kom á fótbóltsliga heimskortið, eftir ein góðan 1-0 sigur á útivølli móti Grikkalandi. Málskjúttin ta ferðina var Jóan Símun Edmundsson.

Og nú vit skriva 2023, og júst níggju ár og tveir dag eftir minniliga sigurin á Karaiskakis leikvøllinum í Piraeus, skal U21-landsliðið royna seg á útivølli móti grikkum. Hesaferð verður dysturin spældur á Theodoros Kolokotronis stadion í Tripoli.

Eyðun Klakstein er venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, og saman við hjálparvenjaranum og einum av hetjunum fyri níggju árum síðani, Atla Gregersen, hevur hann nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti grikkum.

Ari Petersen verður í mál, og útispælarar vera Signar á Brúnni, Áki Johannesen, Børge Petersen, Elias Rusborg, Ási Dam, Áki Samuelsen, Noah Hans Mneney, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen.

Á bonkinum sita Rasmus Nilsson, Bergur Poulsen, Martin Agnarsson, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Heini Fossdalsá Sørensen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner, Gutti Dahl-Olsen og Poul Kallsberg.

U21 EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14:00, sum er klokkan 16:00 lokala tíð í Grikkalandi, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.