“Morgun og nýføddur grátur
Vælkomin, lítli, stíg inn”
Við hesum orðum leiðir Martin Joensen tankar okkara á tey dýrabaru smáu, sum verða borin í henda heim.
Við sínum tokka til at binda er Marjun Ellingsgaard ein tann fyrsta at bjóða nýføðingum vælkomnum inn í heimin. Tí Marjun hevur síðan marsmánað í ár bundið ikki færri enn 105 húgvur og trý klædnasett til nýføðingar á føðideildini, sum bæði børn og foreldur fáa gleði av.
Marjun sigur sjálv:
– Eg elski at binda, og eg elski at geva. Eg fái stjørnur í eyguni av at síggja hesi lítlu børnini í húgvum frá mær.
Marjun arbeiðir sum gongsgenta á føðideildini og bindir í frítíðini. Hon nýtir egið garn til at binda, umframt at starvsfelagarnir lata henni garn til endamálið.
Meðan Marjun fær stjørnur í eyguni av at síggja lítlu børnini í hennara húgvum, fáa vit í Sjúkrahúsinum stjørnur í eyguni av so hjartagóðum starvsfeløgum sum Marjuni.