Ongi úrslit

Maria Torgarð hevur vunnið Nordic Talents Prize á 250.000 norskar krónur

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
11. sepember kl. 19:30

Stjórin í Nordisk Film & TV Fond, Liselott Forsman, saman við dómsnevndini, hava handað norðurlendsku talentvirðislønirnar á Danmarks Filmsskúla í Keypmannahavn, eftir ein hugvekjandi dag við pitchum frá komandi filmsfólkum.

Nordic Talents dómsnevndarlimir vóru: Sara Stockmann (DK), Elina Pohjola(FI), Finn Gjerdrum (NO) og Pelle Rådström (SE).

Á pallinum segði Finn Gjerdrum, vegna dómsnevndina, at tey hava verið sera heppin at sleppa at lurta og sæð tíggju spennandi, hugvekjandi og dygdargóðum verkætlanar uppskot.

Heimildarfilmurin, Knots, var vístur av føroyska leikstjóranum, Mariu Tórgarð frá Listaháskúlanum í Stockholm. Maria fekk Pitch-virðislønina á 250.000 norskar krónur, við hesi grund:

- Høvuðsvinningurin fer til ein filmsframleiðara, sum sameinir ein sannførandi, filmsligan stíl við einum tráði eftir at broyta heimin. Hennara dokumentarfilmur er at brúgva tað høgt persónliga við tað djúpt politiska. Hon goymir seg ikki burtur frá duldum spurningum og hon er ikki til at steðga.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

15 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

20 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03