Ongi úrslit

Maria Corina Machado fekk friðarheiðurslønina

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
10. oktober kl. 11:00

Friðarheiðurslønin hjá Nobel, bleiv latin í dag kl 10.00

Norski Nobelstovnurin legði til merkis, dirvi hjá Machado í mótstøðu móti einaræðisstýrinum.


Nevndin gav Machado friðarheiðursløn Nobels fyri hennara ótroyttiliga arbeiði at stuðla fólkarættindum hjá fólkinum í Venezuela og fyri hennara stríð fyri at fáa eitt rættvíst og friðarligt skifti frá einaræði til fólkaræði.

Andstøðuaktivisturin og fyrrverandi forsetavalevnið fekk rós fyri at vera ein lykla og sameinandi persónur í eini politiskari andstøðu, sum einaferð var djúpt býtt – ein andstøða, sum fann felags grundarlag í kravinum um fríval og umboðandi stjórn, segði Jorgen Watne Frydnes, formaður í norsku Nobelnevndini.

Nevndarformaðurin legði afturat: Hetta er júst tað, sum liggur í kjarnuni av fólkaræðinum. Okkara felags vilji at verja meginreglurnar um fólkastýri, hóast vit eru ósamd.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39