Føoyar – Norðurmakedonia 1-1, Føroyar – Armenia 2-2 og í kvøld Føroyar – Lettland 1-1. Tað er fasittið á heimavølli, nú allir tríggir dystirnir í hesi Nations League kappingini eru spældir. Førouar taptu fyrr í ár 1-0 á útivølli ímóti Lettlandi. Hálvan november eru útidystir ímóti Armenia og Norðurmakedonia. Við sigrum á útivølli er møguleiki fyri, at Føroyar kunnu sleppa undan aftasta plássinum, men í løtuni er tað nógv, sum bendir á, at Føroyar fara at enda aftast.
Í kvøld sá tað leingi ikki so galið út. Í meiri enn ein tíma høvdu Føroyar við Brandi Hendriksson Olsen sum stýrimanni gott tak á bóltinum, og nógv gekk fyri seg á mótstøðuhálvuni. Gestirnir vóru rárir á føroysku hálvuni.
Trupulleikin hjá føroyska liðnum var, at tað gekk illa at vinna upplagdar málmøguleikar, og tað fekst merkiliga lítið burturúr deyðbóltsstøðum.
Fimm minuttir undan steðginum bar mistak hjá Lettlandi við sær, at Føroyar løgdu seg á odda.
Ótryggi lettlendski málverjin spældi skeivt út, Brandur Hendriksson Olsen sneiddi seg leysan í vinstru og legði bóltin fyri føturnar á miðvallaranum Hanusi Sørensen, sum rann fram og heilfluktaði bóltin í málið.
Føroyar skiftu tríggjar spælarar út tíðliga í seinna hálvleiki. Brandur Hendriksson Olsen var ein av teimum, sum fór av vøllinum, og tá misti føroyski liðið takið. Innskifti Dario Šits var leysur undir málinum, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru heilfluktaði bóltin í málið.
--Vit eru øgiliga vónbrotnir, tí vit høvdu fleiri góðar møguleikar. Fleiri mistøk bóru útjavnandi málið við sær. Kanska kostaði tað orku, tá ið teir høvdu skorað og vit mistu leiðsluna, sigur miðvallarin Hanus Sørensen, sum í kvøld fyri fyrstu ferð var málskjútti á landsliðnum.
-Eg eri øgiliga vónbrotin um úrslitið og harmist øgiliga nógv um málið, sum teir skoraðu, tí tá vóru vit ikki ansnir í verjuspælinum. Vit høvdu bóltin nógv meiri, enn teir høvdu, men tíverri megnaðu vit ikki at vinna stórar málmøguleikar, staðfestir landsliðsvenjarin Håkan Ericson i samrøðu við Kringvarp Føroya, sum heldur, at liðið datt ov langt aftur eftir at Lettland hevði javnað.
-Vit vistu, at teir høvdu fínan spælara, sum legði vandamikil innlegg úr vinstru, men tíverri megnaðu vit ikki at byrgja fyri honum, sigur føroyski venjarin, sum ikki fjalir, at hann er sera vónbrotin um úrslitið.
Um miðjan november fara Føroyar at spæla tveir teir síðstu dystirnar í hesi Nations League kappingini. Teir eru á útivølli ímóti Armenia og Norðurmakedonia.
Føroyar – Lettland 1-1 (1-0)
1-0: Hanus Sørensen 40.
1-1: Dario Šits 69.
Dómarabólkur av Malta. Philip Farrugia, Alan Camilleri, Duncan Sultana og Matthew De Gabriele (4. dómari)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø (Sonni Ragnar Nattestad, 78.), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen (Jóannes Bjartalíð, 57.), Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (Sølvi Vatnhamar, 58.), Hannes Agnarsson (Adrian Justinussen, 58.) – Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 83.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias H. Lamhauge, Teitur Matras Gestsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Petur Knudsen og Klæmint Olsen
Gult kort: Viljormur Davidsen, Jóannes Bjartalíð
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze