Ongi úrslit

Málið um arbeiðs- og uppihaldsloyvi er komið í Løgtingið

Tað gevur ikki meining, at viðgerðartíðin er blivin longri, eftir at málið er yvirtikið, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður.

Helgi Abrahamsen
14. august kl. 14:15

Málið um viðgerðartíðina hjá Útlendingastovuni er nú blivið eitt tingmál.

Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sett Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, ein §52 a fyrispurning um málið.

Helgi Abrahamsen spyr stutt og greitt: “Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at stytta viðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi?”

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen til eitt innslag í Degi og Viku tann 12. august, har ið sagt varð, at manglandi arbeiðsorka á Útlendingastovuni er ein av høvuðsorsøkunum til, at viðgerðartíðin er blivin longri. 

“Eitt av endamálunum við at yvirtaka ymisk málsøki má vera, at vit sjálvi kunnu veita eina betri tænastu eftir at málsøkið er yvirtikið,” sigur Helgi Abrahamsen.

Hann vísir á, at vit hava í áravís hoyrt, at tað var ein stórur trupulleiki, at útlendingamál ikki vóru yvirtikin, og hetta skuldi vera orsøk til eina alt ov langa viðgerðartíð.

Spurnartekin hava eisini verið sett við rættartrygdina hjá umsøkjarunum, tá viðgerðartíðin er blivin so long. 

“Tí gevur tað ikki meining, at viðgerðartíðin er blivin uppaftur longri, eftir at málsøkið er yvirtikið,” sigur hann.

Tingmaðurin sigur seg ganga út frá, at landsstýrið kennir hesa støðuna, og hevur eina ætlan fyri, hvussu málið skal loysast, og tí hevur hann sett fyrispurningin.

Landsstýrisfólk hava 10 yrkadagar til at svara §52 a fyrispurningum.


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03