Magnus Rasmussen hevur sett skrivligan fyrispurning eftir § 52 í tingsskipanini um inntøkurnar frá okkara høvuðsvinnum.
Svarari er Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá fiskivinnuni til landskassan verið í
2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?
2. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá alivinnuni til landskassan verið í
2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?
Viðmerkingar til spurningarnir:
Fiskivinnan og alivinnan eru fíggjarligu grundsúlurnar undir føroyska samfelagnum. Seinastu árini hevur gingið misjavnt við fiskivinnuni. Heimaflotin hevur havt tað trupult i mong ár, meðan serliga uppsjóvarvinnan hevur havt nøkur góð ár.
Hjá alivinnuni hevur gingið væl seinastu árini.
Sveiggj eru altíð i vinnugreinum, sum hava via sjógvin at gera, og sveiggini hava ti stóra ávirkan á fíggjarligu fortreytirnar i føroyska samfelagnum og eisini hjá landskassanum.
Eg havi í tveimum umførum sett líknandi fyrispurningar og havi tí fingið samlaðu inntøkur landskassans i báðum vinnum frá 1997 og fram til og við 2017.
Seinastu árini hava verið hendingarík i báðum hesum vinnum og er tí áhugavert at frætta, hvussu hetta hevur ávirkað inntøkur landskassans fíggjarliga.