Ongi úrslit

Maðurin sum søkti KÍ byrjar inni á miðvøllinum

Lindon Emërllahu skeyt seinasta brotssparkið móti KÍ á Tórsvølli, ið gjørdi tað, at Ballkani kom víðari í evropeiskum fótbólti í summar. Hann byrjar inni á miðvøllinum hjá Kosovo í venjingardystinum móti Føroyum í kvøld

Sigurjón Einarsson, Pristina
19. november 2022 kl. 16:30

Føroyingar hava kunngjørt liðið til venjingardystin móti Kosovo í kvøld, og nú hevur franski venjarin hjá Kosovo, Alain Jean Giresse, sett navn á sínar fyrstu ellivu. Talan er um eitt ungt lið, ið fer at spæla móti Føroyum.

Eisini hevur franski venjarin gjørt nógvar broytingar – í mun til dystin móti Armenia mikukvøldið í Pristina, sum endaði 2-2.

Vert er at nevna, at tveir Ballkani-spælarar eru við Kosovo í kvøld. Hetta eru eisini tveir spælarar, ið áttu hvør sín avgerandi leiklut, at Ballkani kom víðari móti KÍ.

Á vinstra vongi spælir Ermal Krasniqi, sum javnaði til 1-1 á Tórsvølli í dystinum móti KÍ. Patrick da Silva skoraði tó til 2-1 í næstsíðsta minutti, og so mátti longd leiktíð og brotssparkskapping til, fyri at finna ein vinnara. Og her var tað Lindon Emërllahu, sum skeyt seinasta brotssparkið móti KÍ á Tórsvølli, ið gjørdi tað, at Ballkani kom víðari í evropeiskum fótbólti í summar.

Kosovo (4-3-3):
Jozef Pukaj – Kastrati, Hajrizi, Haliti, Rudhani – Ferati, Emërllahu, Bislimi – Topalli, Sadiku, Krasniqi

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14