Ongi úrslit

Maður skuldsettur fyri harðskap - og tveir bilførarar tiknir

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tíðliga í gjár vóru boð eftir løgregluni til eitt harðskapsmál í Havn. Ein maður og ein kvinna vóru komin til ilnar uttan fyri ein privatan bústað í Havn og úrslitið varð, at kvinnan varð sligin í andlitið og fekk nakað av skaða.

Maðurin sum slóg, er skuldsettur fyri harðskap.

Í gjár og í nátt tók løgreglan eisini tveir bilførarar, annar er skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsevnum og hin er skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka.

Løgreglan sigur, at annars var avbera lítið av fólki í býnum, men tey hava tikið ein mann í brummuna at sova rúsin av sær tí hann var so fullur, at hann kláraði seg ikki sjálvur.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

Í gjár kl. 09:34

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15