Ongi úrslit

Lýsing eftir umsóknum til royndarveiðu eftir reyðæti (Calanus finmarchicus)

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
5. sepember kl. 12:00

Kunning í samband við, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið lýsir eftir umsóknum til royndarveiðu eftir reyðæti (Calanus finmarchicus)

Havstovan mælti fyri nøkrum árum síðan til at loyva royndarfiskiskapi eftir reyðæti (Calanus finmarchicus) í tí djúpa rákinum í Bankarennuni. Talan er um reyðæti, sum um heystið og veturin verður ført við tí djúpa rákinum norður ígjøgnum Bankarennuna og síðan spjaðist vestureftir.

Vísandi til tilmælið frá Havstovuni vórðu í 2020 givnar fimm tilsagnir um royndarveiðu eftir reyðæti. Tilsagnirnar, sum vórðu latnar í 2020, vóru galdandi til á vári 2025 og eru tí gingnar út.

Síðan tilsagnirnar vórðu givnar, hava feløgini á ymsan hátt fyrireikað og gjørt royndir at fiska reyðæti. Higartil er samlaða nøgdin, sum er fiskað av reyðæti, avmarkað. Royndirnar hava tó víst, at reyðæti er á djúpum vatni í Bankarennuni, og minni nøgdir eru eisini fingnar til høldar.

Havstovan hevur gjørt og ger framhaldandi kanningar av reyðæti í Bankarennuni og mælir framvegis til, at veiðast kunnu 120.000 tons árliga av hesum tilfeingi. Samstundis er stórur áhugi hjá vinnuni at fara undir royndarfiskiskap eftir reyðæti.

Við støði í hesum er gjørt av at lýsa eftir umsóknum til royndarveiðu eftir reyðæti í Bankarennuni. Í hesum sambandi hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyrireikað lýsing og oyðublað at nýta hjá teimum, sum hava áhuga at fara undir royndarveiðu eftir reyðæti í Bankarennuni.

Nærri kunning og oyðublað at nýta í samband við umsókn um royndarveiðu eftir reyðæti er at finna her:

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03