Ongi úrslit

Loyniligu Epstein-skjølini skulu vera loynilig

Tilfarið er forseglað av umsorgan fyri ofrunum í málinum

© Uma Sanghvi
Jóhanna Højgaard
11. august kl. 20:20

Stórdómsnevndarfrágreiðingin, sum førdi til ákæruna um kynsligan menniskja-handil móti fyrrverandi unnustuni hjá Jeffrey Epstein, Ghislaine Maxwell, verður ikki kunngjørd. Tað skrivar AP.

Ein dómari hevur gjørt av, at lógin ikki loyvir at lata loyniligt tilfar frá einum rættarmáli, sjálvt um landsins stjórn vil tað.

Dómarin, sum hevur lisið tilfarið, leggur afturat, at tað ikki bendir á nakra skeivleika hjá nøkrum øðrum enn Epstein og Maxwell.

Tilfarið er forseglað av umsorgan fyri ofrunum í málinum.

Deyðin hjá Epstein fyri seks árum síðani á Metropolitan Correctional Center elvdi til ymiskar teoriir.

Ein teirra gekk ut uppá at hann var dripin av demokratum, og at hann snýtti rík og kend fólk.

T.d. avpressaði tey við myndum og sjónbondum av teimum, saman við ungum gentum.

Deyði hansara var dømdur sum sjálvmorð.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03