Ongi úrslit

Løgtingsforkvinnan luttikið á siðbundna miðskeiðis miðmálanum í Fólkatinginum

Týsdagin 13. januar 2026 luttók løgtingsforkvinnan á árliga miðskeiðis miðmálanum í Fólkatinginum

© Mynd: Ólafur Gestsson / Folketinget
logting.fo
15. januar kl. 15:59

Eins og siðvenja er, hevði fólkatingsformaðurin Søren Gade, saman við danska formansskapinum, boðið løgtingsforkvinnuni, Bjørt Samuelsen, og formanninum fyri Inatsisartut, Kim Kielsen, til óformligan miðskeiðis miðmála. Jens-Frederik Nielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, umframt aðrar parlamentarikarar og embætisfólk, luttók eisini. 

Føroysku, grønlendsku og donsku umboðini nýttu høvið at tosa um viðurskifti av felags áhuga og arbeiði í teimum avvarðandi parlamentunum.  

Miðskeiðis miðmálin er føst siðvenja, har forfólkini fyri danska, føroyska og grønlendska parlamentið hittast miðskeiðis í parlamentariska árinum. 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16