Um midnáttina fekk løgreglan illgruna um, at ein bilførari koyrdi fullur í Rituvík. Men tá ið løgreglan royndi at steðga bilinum, vildi bilførarin ikki steðga, men koyrdi undan.
Og tað endaði við, at løgreglan mátti taka heilt óvanlig stig fyri at steðga bilinunum.
Løgreglan sigur, at tey koyrdu aftan á bilinum heilt úr Rituvík, ígjøgnum Runavík og Saltangará og tær bygdirnar, sum har eru.
Men koyringin var so óstøðug og ótrygg, at løgreglan gjørdi av, at tey máttu fáa steðgað bilinum. So tá ið tey vóru komin inn á Glyvrar, á einum strekki har tað er langt ímillum húsini, gjørdi løgreglan rætt og slætt av at koyra á bilin, tey jagstraðu.
Hetta er tað, løgreglan kallar ein tilætlað ákoyring. Tað er sjáldan, at tað kemur fyri, men í hesum føri hildu tey, at tað var neyðugt.
Avleiðingin var, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, so hann snurraði runt á vegnum í hálkuni, og so fingu tey fatur á bilføraranum.
Løgreglan sigur, at ferðin var ikki so stór, so materielli skaðin var ikki stórur og tað tæntu sínum endamáli, tí tey gfingu steðga tí fulla bilføraranum.
Hann er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning og fyri at koyra undan løgregluni.