Ongi úrslit

Løgreglan fer at ansa eftir skúlabørnunum

Áki Bertholdsen
13. august kl. 08:37

Í morgun byrja skúlarnir kring landið aftur og í hesum sambandi eru tað eisini eini 800 børn, sum fara í skúla á fyrsta sinni.

Løgreglan sigur, at tey plaga altíð at hava eitt vakið eyga við skúlaferðsluni og tað fara tey aftur at hava í ár. Sostatt fara tey fara at gera nógv burtur úr at ansa eftir børnunum og at alt er, sum tað eigur at vera.

Tí fara tey at vera til staðar við nakrar skúlar um morgnarnar - og tey fara eisini at vísa seg við nakrar skúlar nú e í morgun.

Í hesum sambandi fara tey at ansa eftir, at bilførarar koyra hampiliga, at børnini eru í trygdarbelti, og at tey smáu eisini sita á barnastóli.

Tey fara eisini at ansa eftir at børnini ikki sita við skúlataskuni á rygginum. Tað er heilt óforsvarligt, tí hendur ein samanstoytur, hava tey onga nakkaverju.

Annars hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni hetta seinasta samdøgurið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10