Í gjár varð løgreglan í Fuglafjørði og kannaði ferðsluna. Tað, sum var óvanligt í hesum føri, var, at tey vóru ikki í politibili, men í privatbili við búmerkinum hjá eini fyritøku á síðuni.
Tað hevur fingið ilt í fólk, at løgreglan kamuflerar seg á hendan hátt, men løgreglan sigur, at hendinga ferð er tað neyðugt.
Sum allar oftast eru tey í løgreglubili tá ið ferðslukanningar verða gjørdar, tí eitt endamál er at tað skal vera fyribyrgjandi. sostatt hava tey einki ímóti at tað frættist at tey eru á einum ávísum strekki, tí so seta bilførarar ferðina niður.
Men onkuntíð kamuflera tey seg í privatbilum, tí tá fáa tey fatur á ferðslu-syndarum, tey annars ikki fáa fatur á. Tað eru summi sløg av ferðslu-syndarum, tað aldrin eydnast at fáa fatur á, uttan at vit kamuflera okkum, sigur løgreglan.
Eitt dømi, at onkuntíð eru tað fleiri fólk, sum klaga um at ein ávísur bilførari koyrir altíð ov skjótt og eitt annað dømi eru ólóglig prutl.
Hetta eru dømi um ferðslu-syndarar, tey ikki fáa fatur á, uttan at lokka tey í eina fellu.
Og í Fuglafjørði eydnaðist tað, tí tey tóku ein bilførara fyri at koyra 130 á landsvegnum í Fuglafjørði og hann missur koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má taka tað um aftur, annars missur hann tað heilt.
Somuleiðis tóku tey fleiri skutarar, sum koyrdu skjótari enn tey hava loyvi til. Teir missa pláturnar og fáa tær ikki aftur, fyrrenn skutarin hevur verið til sýn og fingið váttan um, at hann er lógligur.
Tey kannaðu eisini ferðsluna við Gøtugjógv og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 72 í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. og harumframt fingu seks bilførarar bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu, umframt at onkur bilførari sat ikki í trygdarbelti og á nøkrum bilum vóru nakrar perur brostnar.