Ongi úrslit

Løgmaður heldur fast við at pensjónsaldurin skal hækka

Áki Bertholdsen
29. juli kl. 13:24

Tað er neyðugt at hækka pensónsaldurin.

Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, enn einaferð í ólavsøkurøðuni, hann helt fyri eini løtu síðani.

Hann staðfesti, at tað er neyðugt at gera almenna raksturin effektivari fyri at fá fáa haldførið í búskapin,

– Tí eru øll politisku forfólkini samd um, at vit mugu tillaga almenna bygnaðin. Vit mugu nýskipa, umskipa og leggja eindir saman. Fáa meira fyri hvørja krónu, segði løgmaður.

– Tí var eisini breið semja um at hækka gjøldini á alivinnuna, og tí var tað rættvíst at hækka veiðigjøldini á uppsjóvarvinnuna, segði hann.

Men hann segði, at tað skal meiri til og skulu vit vera framsíggin, og tryggja fíggjarliga kappingarførið í longdini, noyðast vit at hækka pensjónsaldurin.

Nú liva vit 4-5 ár longri enn vit gjørdu fyri 40 árum síðani og tað er gott. Men tað merkir, at vit fáa pensjón í fleiri ár, og at vit gerast støðugt fleiri eldri.

– Men samstundis verða støðugt færri at rinda og tí hongur tað ikki saman, segði løgmaður.

Men hann sigur, at tey, sum hava arbeitt frá ungum árum, kunnu framvegis fara frá áðrenn pensjónsaldurin annars.

– Í løtuni samskifta vit við fakfeløg um, hvussu skipanin kann síggja út. Málið kemur ætlandi fyri tingið aftur seinni í ár, segði løgmaður.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

Í gjár kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

20 tímar síðan

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45