Ongi úrslit

Lógaruppskotið snýr seg um tryggar ella ótryggar umstøður og abortir

Lógaruppskotið, sum verður lagt fram fyri tingið í dag, snýr seg um, hvørt vit í framtíðini skulu hava tryggar ella ótryggar umstøður og abortir

Amnesty International Føroyar
23. sepember kl. 16:45

Í dag, týsdag 23. septembur, verður lógaruppskotið um eina dagførda abortlóggávu aftur lagt fyri tingið. Amnesty International Føroyar gleðist um øll tiltøk, sum skulu virka fyri betri rættindum og umstøðum á økinum.

Hetta er sama uppskot, sum varð lagt fyri tingið í fjør, men sum fall. Lógin frá 1956 avmarkar sostatt framvegis kvinnum í Føroyum at taka avgerð um egnan kropp, heilsu, nøring og framtíð. Hetta eru grundleggjandi rættindi, sum vit í Føroyum mugu virða.

Lógaruppskotið, sum verður lagt fram fyri tingið í dag, snýr seg um, hvørt vit í framtíðini skulu hava tryggar ella ótryggar umstøður og abortir.

Úti í heimi seta kvinnur sítt lív og sína framtíð í váða fyri at taka eina ólógliga abort. Vit vita frá persónligum søgum og frá heilsustarvsfólki, at kvinnur royna at finna ein veg at fáa loyvi at taka abort í Føroyum, hóast tær ikki lúka lógina. Frá kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi vita vit, at føroyskar kvinnur ferðast til Danmarkar at taka abort.

Vit kunnu einfalt ikki lóggeva okkum frá abortum. Tit, sum seinni í ár skulu atkvøða um hetta lógaruppskotið, atkvøða ikki um at banna ella loyva abortum. Tit atkvøða einans um, hvørt abortirnar og umstøðurnar hjá kvinnuni skulu vera tryggar og virðiligar ella ótryggar og óvirðiligar.

VINARLIGA VÍSIÐ VIRÐING

Vit fara at heita á fólk og politikarar um at tosa virðiliga við og um hvønn annan í orðaskiftinum um málið. Hetta er eitt mál, sum hevur nógv at siga fyri nógv fólk - bæði fyri tey, sum eru ímóti abort og fyri tey, sum eru fyri. Sama, hvørjar meiningar fólk hava um málið, mugu vit vísa hvørjum øðrum virðing, og vanda okkum um orðini. At tosa niðrandi um fólk, sum hava verið í støðuni, tænir ongum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46