Ongi úrslit

Listasavn Føroya fekk í dag eina gávu

430.000 krónur frá Frískúlanum í Havn til komandi Barnahúsið á savninum

Listasavn Føroya
15. januar kl. 17:23

Á lítlari móttøku á Listasavninum handaði sjálvsognarstovnurin Frískúlin í Havn Listasavninum gávuna, sum skal brúkast til virksemi í komandi Barnahúsinum, eitt nú verkstovur, skeið og skapandi tilboð fyri børn og ung.

Tað vóru Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, ið vóru við til at stovna Frískúlan, sum lótu Solveig Hanusardóttur Olsen, stjóra á Listasavninum, gávuna.

Upphæddin er tað, sum var eftir, aftaná at Frískúlin herfyri læt aftur og seldi sínar ognir. Í samsvari við endamálsorðingina hjá Frískúlanum er ynskið, at peningurin fer til at menna listaligt arbeiði fyri børn og ung og á hendan hátt skapa karmar fyri listaligari og kreativari menning hjá ungum. “Hetta er samstundis okkara máti at takka Listasavni Føroya fyri allar tær læruríku løturnar, sum okkara næmingar hava havt á Listasavninum”, segði Sharon Weiss, fyrrverandi stjóri á Frískúlanum.

Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, fegnast um gávuna: 

“Hetta hevur stóran týdning fyri okkum og ger tað møguligt at menna Barnahúsið sum eitt livandi og skapandi stað. Vit gleða okkum at bjóða børnum og ungum dygdargóðar og mennandi upplivingar.”

Endamálið við Barnahúsinum er at skapa eitt rúm, serliga ætlað til børn og ung, har skapan, listamiðlan og kreativt virksemi eru í fokus. Barnahúsið er partur av eini størri heildarætlan fyri Listasavn Føroya, sum eisini fevnir um ein nýggjan serframsýningarbygning og betri karmar til føstu framsýningarnar.

Barnahúsið verður ein kreativur miðdepil, har børn kunnu arbeiða við list og fáa innlit í skapandi tilgongdir. Barnahúsið er væntandi liðugt fyrst í 2028.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16