Ongi úrslit

Líggjas vann gull á 800 m frí í DMJ

Talan var ein rættiliga sannførandii sigur hjá Líggjasi, sum fyrra part av teimum 800 metrunum svam seg til at vera smá 5 sekund frammanfyri Matthias Hald, sum var næstfremstur

svimjing.com
30. oktober kl. 20:30

Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til flott gullheiðursmerki á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2025, tá ið hann í skjótasta riðli svam seg til tíðina 7:56.77. Mathias Hald úr Lyngby vann silvur við 7:59.91, og Carl August Scheel úr Lyngby bronsu við 8:10.27. Sí úrslitalistan her

 

Talan var ein rættiliga sannførandii sigur hjá Líggjasi, sum fyrra part av teimum 800 metrunum svam seg til at vera smá 5 sekund frammanfyri Matthias Hald, sum var næstfremstur. Seinnu helvtina fór nakað av ferðini hjá Líggjasi, so at munurin varð góð 3 sekund millum hesar báðar, tá ið teir 800 metrarnir vóru avgreiddir.

Líggjas var eisini kvalifiseraður til A-finaluna í 100 frí, men valdi eftir øllum at døma at melda frá har fyri at spara seg til hesar 800 m frí. Har var nevniliga ikki langt millum tær báðar kappingarnar.

Besta tíð hjá Líggjasi nakrantíð í 800 frí, er tilmeldingartíðin 7:55.67 frá hesi somu stevnu í fjør, har hann tá eisini vann hesa kapping. Líggjas megnaði sostatt at endurvinna heitið sum danskur juniormeistari í 800 frí.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47