Vit hava ikki annað val. Tað var staðfestingin hjá Eyðuni Klakstein landsliðsvenjara, tá ið hann boðaði frá, hvørjir 23 hava fingið landsliðsboð, og tað samstundis var greitt, at tríggir av KÍ spælarunum, sum fyri tað mesta hava verið fastir menn í landsliðshópunum, í morgun ikki eru á listanum.
Hesir tríggir eru René Shaki Joensen, Patrik Johannesen og Hallur Hansson, sum er fastur liðformaður á landsliðnum.
-Teir eru darvaðir av skaðum, og í løtuni eru teir ikki førir fyri at venja saman við hinum og spæla fulla tíð. Tí eru teir ikki á listanum, og so er møguleiki hjá øðrum at lyfta ta uppgávuna. Vit vóna, at teir vera tøkir aftur og vera upp á tal, tá ið vit fara at úttaka liðið í oktober, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Millum teir, sum nú hava fingið landsliðsboð, er Jóan Símun Edmundsson. Hann hevur ikki verið úttikin síðani Eyðun Klakstein varð landsliðsvenjari. Undan summarsteðginum kom hann í hópin sum avloysari, tá ið talan var um avboð frá Meinhardi E. Olsen, sum var skaddur.
Málmenn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti V. Mørk, HB Tórshavn
Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Póland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn (Fær nakrar dagar)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarspælarar
Brandur H. Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup B. Andreassen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB Tórshavn
Geza David Turi, Grimsby Town (Ongland)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Álopsspælarar
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)