Ongi úrslit

Leopard 2 stríðsvognar klárir at takast í nýtslu í Ukraina

Leopard 2 stríðsvognar eru millum teir bestu og mest framkomnu stríðsvognarnir í heiminum

Ragnar Sjúrðarson
25. juli 2024 kl. 10:42

Danmark og Holland eru til reiðar at lata 14 Leopard 2 stríðsvognar til Ukraina.

Tað boðar hollendska verjumálaráðið frá, skrivar tíðindastovan Reuters.

Saman við Hollandi, boðaði Danmark í apríl frá, at londini fóru at lata stríðsvognarnir til Ukraina og gera teir til reiðar til kríggj.

Nú eru stríðsvognarnir kannaðir gjølla av týska vápnaframleiðaranum Rheinmetall, og eru klárir at fara til Ukraina síðst í summar, upplýsir hollendska verjumálaráðið.

Leopard 2 stríðsvognar verða mettir at vera ein av bestu og mest framkomnu stríðsvognunum, ið verða framleiddir.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

13 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41