Ongi úrslit

Leita enn eftir teimum sum gjørdu herverk á fleiri bilar

Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Sunnunáttina varð herverj gjørt á fleiri bilar í Havnini. Herverk er gjørt á minst sjey bilar, men løgreglan sigur, at tað er trúligt at fleiri fráboðanir koma nú fólk skulu í bilin í morgun.

Løgreglan sigur, at talan er um bilar, sum hava staðið parkeraðir, men har onkur hevur stungið hol á eitt dekk undir hvørjum bili, heilt úr Tróndargøtu og niðan ígjøgnum býin, í Bøgøtu, Magnus Heinasonar Gøtu, Landavegnum og Jákup Nolsøesgøtu.

Løgreglan veit ikki, hvør tað er, sum hevur gjørt herverkini og tí heita tey á fólk, sum hava sæð okkurt illgrunasamt, um at venda sær til løgregluna.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39