Ongi úrslit

Leita enn eftir horvnum manni

Áki Bertholdsen
5. sepember kl. 07:47

Í gjárkvøldið boðaði løgreglan frá, at leitað varð efrir einum meksikanara, sum er horvin. Og løgreglan sigur í morgun, at hann er framvegis ikki komin aftur í aftur.

Talan er um 68 ára gamla meksikanaran, Pedro Enrique Moreno Hentz. Hann varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Havn fyrrapartin mikudagin.

Seinnapartin í gjár varð ryggsekkur hansara funnin í Mykisnesfjørði, og so var farið at leita.

Seinastu telefonupplýsingar hansara vísa, at á miðdegi mikudagin var hann onkustaðni við Bøsdalafoss.

Bjargingarlið hava leitað í alla nátt og løgreglan sigur, at nú tað aftur er daglýsi, er alt sett í verk fyri at leita, bæði á sjógvi og landi, bæði bjargingarlið, hundar, Brimil, og annað.

Løgreglan sigur, at veit onkur nakað um mannin, kann ringjast á nummar 351448, sum er løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

19 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00