Ongi úrslit

Leita eftir størri sjúklingahotelli til føroyingar í Keypmannahavn

Tey hava fingið ávíst eitt grundstykki beint við Ríkissjúkrahúsið

Áki Bertholdsen
25. sepember kl. 08:44

Føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn er ov lítið og tí verður nú arbeitt við at útvega eitt størri.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna í Heilsumálum.

Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvørjar ætlanir hon hevur á hesum øki.

Landsstýriskvinnan sigur, at í longri tíð hevur tað víst seg, at sjúklingahotellið í Keypmannahavn er ov lítið til at nøkta tørvin.

– Tað hendur seg við jøvnum millumbili fyri, at hotellið er fult, og at tað tískil er neyðugt er at leiga hotellkømur aðrastaðni til sjúklingar og fylgjarar.

– Hetta er ikki nøktandi fyri nakran, hvørki sjúklingar, avvarðandi ella sjúklingahotellið, staðfestir hon.

Kortini verður áhaldandi arbeitt fyri at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt. Millum annað kann nevnast, at tað nú eru tveir bussar, sum koyra sjúklingar og avvarðandi, og tað ger flutningin bæði lættari og smidligari.

– Tað er staðfest, at tað ber ikki til at fáa fleiri kømur til hotellið í bygninginum har tað heldur til, sigur landsstýriskvinnan.

– Tí eru Heilsumálaráðið og Sjúkrahúsverkinum, farin at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at útvega sjúklingahotellinum í Keypmannahavn størri høli, sum kunnu nøkta bæði verandi og framtíðar tørvin.

Í hesum sambandi hevur Heilsumálaráðið samskift við danska flutningsmálaráðið um støðuna og tey hava víst á eitt grundøki tætt við Ríkissjúkrahúsið, har eitt nýtt sjúklingahotekk kundi verði bygt, sigur Súsanna Bertholdsen.

Tey hava eisini havt tann fyrsta fundin við donsku myndugleikarnar um málið.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Í gjár kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35