Ongi úrslit

Leita eftir eldri manni á Strondum

Áki Bertholdsen
23. oktober kl. 06:54

Løgreglan leitar í løtuni eftir einum eldri manni á Strondum.

Maðurin er dementur, og hann er farið av eldraheiminum, Sjóvarlon, á Strondum umleið klokkan 23.45 ígjárkvøldi og er ikki afturkomin

Tey hava leitað eftir honum í alla nátt, bæði løgregla og sløkkilið, men til fánýtis.

Maðurin er 72 ára gamal, og hann er umleið 175 sentimetrar høgur.

Hann er í reyðari, bundnari troyggju, bláum kóboybuksum og myrkum kondiskón.

Síðst nakar sá hann, fór hann til gongu suðureftir á Dávagerði á Strondum, har Sjóvarlon er.

Veit nakar um mannin at siga, heitir løgreglan á fólk um at ringja til løgregluna á 351448 ella á 114

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

19 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

Í gjár kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38