Ongi úrslit

Leggja uppskot fyri Løgtingið at seinka lógina um fría fosturtøku

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Í dag skal Løgtingið taka endaliga støðu til, um tað skal vera frí fosturtøka í Føroyum frá 12. viku

Málið varð samtykt mánakvøldið, men tað skal endaliga samtykkjast í dag, og verður tað ikki samtykt aftur í dag, er tað fallið.

Verður uppskotið samtykt, verður frí fosturtøka frá 1. juli næsta ár.

Men tinglimir, sum eru ímóti tí, gera nú eina seinastu roynd at forkoma tí. Í hesum sambandi hava fimm tinglimir lagt uppskot fyri Løgtingið um at útseta gildiskomuna til 1. janur í 2027.

Tað merkir, at á næsta løgtingsvali, sum verður einaferð næsta ár, kann veljarin siga sína hugsan, og tað nývalda Løgtingið kann taka endaliga avgerð.

Tey, sum seta uppskotið fram, eru sambandsmenninir, Helgi Abrahamsen og Jaspur Langgard, Steffan Klein Poulsen, tinglimur fyri Miðflokkin, Hanna Jensen, tinglimur fyri Framsókn og Bárður á Lakjuni, tinglimur fyri Fólkaflokkin.

Tey staðfesta, at málið um fosturtøku er rættiliga grundleggjandi fyri nógvar føroyingar. Men tað var ikki eitt høvuðsevni í valstríðnum til seinasta løgtingsval.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

23 tímar síðan

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24