Ongi úrslit

Legendariski sjónleikarin Robert Redford er deyður.

Hann gjørdist 89 ára gamal.

© The Sun
Jóhanna Højgaard
16. sepember kl. 14:31

-Robert Redford andaðist í dag, 16. september 2025, í heiminum hjá sær í Sundance, sum liggur uppí í fjøllunum í Utah, staðið hann elskaði.

Hann gjørdist 89 ára gamal.

-Robert var umringaður av teimum sum hann elskaði mest, sigur umboð hansara við Fox News Digital.

-Hann verður nógv saknaður. Familjan biður um privatlív, endar hann.

Oscar-vinnandi leikstjórin var best kendur fyri sítt arbeiði í vælumtóktum filmum. Eitt nú, "The Sting", "All the President's Men" , "Butch Cassidy and the Sundance Kid"

Brennandi áhugin fyri filmslistini førdi til, at hann stovnaði Sundance Institute, sum er ein almennur felagsskapur, stðlandi sjálvstøðugum filmi og sjónleiki. Felagsskapurin er kendur fyri sína árligu Sundance filmsstevnu.

Redford var, umframt ein frálíkur sjónleikari í áravís, eisini ein hollur umhvørvismaður. Hann flutti til Utah í 1961, og stóð á odda fyri átøkum at varðveita náttúrulandslagið í statinum og í vesturøkinum av landinum sum heild.

Hann bleiv føddur august 1936 í Santa Monica, Kalifornia, og hevði hann ein hálvbeiggja sum æt William.

Robert Redford eigur fýra børn, sum hann fekk við fyrru konu síni.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

15 tímar síðan