Ongi úrslit

Laura og Sander hjálpa tannáringum við avbjóðingum

Tey ungu eru umborð fyri at mennast

© Jonhard Hammer
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 00:54

Dimma.fo tosaði við mannin hjá Lauru, Sander Vogelenz, í Leirvík í dag.

Laura og hann ferðast í løtuni, saman við 13 tannáringum sum hava ymiskar avbjóðingar.

Tey ungu eru umborð fyri at mennast, bæði persónligt og sosialt.

Tey gera skúlating á ferðini, og hava samband við lærarar ígjøgnum internetið, tá tey liggja við kai.

Eisini hjálpa Laura og maðurin við undirvísing um tey ungu hava brúk fyri tí. Soleiðis var tá dimma.fo var har í dag. Laura var tá umborð saman við teimum ungu.

Ferðin byrjaði í Hollandi. Leiðin gekk síðani undir Orkney-oyggjarnar, á veg til Føroyar.

Parið var fyrstu ferð í Føroyum í fjør. Tey løgdu tá at landi í Fuglafirði og har dámdu tey væl.

Har var tó einki pláss í dag og ti endaðu tey í Leirvík.

Tá tey fara avstað aftur, fara tey fyrst til Norra. Tey ætla at sigla innanskers og fara forbí Ålesund, tí tey hava hoyrt at har er so flott.

“Laura Dekker World Sailing Foundation er stovnað í 2018 av Lauru og Sander.

Hettar fyri at veita útbúgvingar til ung, at menna lívsførleikar sum toymisarbeiði, sjálvsálit, ábyrgd, kreativitet og leiðslu.

Avbjóðingin við at ferðast í fremmandum londum og langferðasigling, gevur eitt serliga kraftmikið og ógvuliga effektivt umhvørvi, til persónligu menningina hjá børnum og tannáringum.

Tannáringar sum koma úr alskyns bakgrundum.

Tað og annað um hendan áhugaverda, vælgerandi felagsskapin, kan lesast á heimasíðuni hjá World Sailing Foundation

Sander greiður frá, at kona hansara ger hettar fyri at kunna geva út av jaligheit. At vísa at man kann liva tað góða lívið. At tað mesta man setur sær fyri, ber til.

Eisini sigur hann, at hóast tey eru a einum báti, so hava tey ikki lært at fiska enn.

Men tey hava tað gott sosialt, tað er nokk tað vigtigasta.

Myndir: Jonhard Hammer

Mest lisið hesa vikuna

Føroyskur dansur og gott lag

12. juni kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00

Flogvøllurin er ikki ov lítil – ferðafólkini eru ov mong

11. juni kl. 20:49

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20