Ongi úrslit

Laura Dekker er í Føroyum

Eitt ár og fimm mánaðir tók tað henni at sigla runt jørðina sum tannáringur

© Yachting World
Jóhanna Højgaard
15. juni kl. 21:50

Ein niðurlendskur dómstólur sendi eina 13 ára gamla gentu í "statsliga umsorgan", tí at hon vildi gerast yngsti persónur at sigla einsamøll kring heimin. 

Myndugleikarnir óttaðust fyri hennara trivnaði undir royndini.

Barnaverndarmyndugleikarnir tóku sær av Lauru Dekker í tveir mánaðir, meðan hon var mett av sálarfrøðingum.

Hóast hettar, búði hon framvegis hjá pápa sínum. 

Almannaverkið í Hollandi førdi tá fram, at Laura Dekker var ov ung, til at meta um vandarnar við ferðini á rættan hátt.

Sálarfrøðingar søgdu eisini, at tað at vera einsamøll so leingi er skaðiligt í eini týðandi tíð í hennara menning.

Eftir átta dómsviðgerðir gekk tað, hon fekk grønt ljós at fara, og legði hon frá landi i Gibraltar í seglbátinum “Guppy”.

Fráferðin var tann 21.august í 2010 og hon kom heimaftur 21. januar í 2012.

Eitt ár og fimm mánaðir tók tað henni at sigla runt jørðina.

https://dimma.fo/grein/laura-og-sander-hjalpa-tannaringum

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17