Í dag er triði sunnudagur í advent, og vit tendra triðja ljósið í adventskransinum.
Tað er ein traditión, sum minnir um ta jødisku Hannukah-traditiónina.
Í átta dagar verða átta ljós tendrað – eitt afturat fyri hvønn dag. Súmbolikkurin er m.a. at login verður borin víðari frá ljósi til ljós.
Jødar savnast tá tað er Hannukah. Tað gjørdu teir eisini í Sydney Australia í dag. Men islamistiskir terroristar sóu hetta sum eitt høvi til at drepa jødar, og tí endaði tað í einum blóðbaði.
Dagsins álop leiðir tankarnar aftur á eina upptøku úr terrortunlunum undir Gaza, sum stutt síðani kom undan kavi.
Nú tann ísraelski herurin hevur gnagað seg longur og longur inn í hetta stóra, ræðuliga bygningsverkið – sum m.a. børn blivu tvungin at byggja – er ymiskt áhugavert komið fram.
Eitt er masterplanurin fyri, hvussu Ísrael hesaferð skuldi knúsast og jødarnir drepast.
Men tað eru eisini komnar áhugaverdar videoupptøkur undan kavi.
Ein er av seks gíslum, sum halda jødisku høgtíðina Hanukkah. Hetta er í desember 2023, bara fáar vikur eftir 7. oktober, so fólkini eru ikki so úthungrað, sum tey seinni blivu. (Tú kansk googla upptøkuna).
Umleið átta mánaðir seinni blivu øll hesi seks nakkaskotin av Hamas, tí ísraelskir hermenn vóru um at koma fram á, hvar tey vóru. Tá vóru tey útsvøltað, og sótu í nógv verri umstøðum enn á hesum myndunum.
Á upptøkuni hava tey fingið útlutað ljós og tendrara, so Hamas kann filma meðan tey fremja sítt jødiska ritual.
Hetta er ein súmbolskur sigur hjá terroristunum. Her eru seks jødar, sum halda fast í sínum menniskjasýni og síni siðvenju – men fremja ritualini sum ímynda hetta, sum gíslar.
Inneftir ímyndar ritualið í hesum føri tað, tað altíð ger – men úteftir ímyndar tað, at jødadómurin er fangaður. Innibyrgdur. Kúgaður. Og at hann gongur móti sínum deyða.
Politiskt sæð hevði eksistensurin hjá teimum seks bara eitt endamál: Tey vóru eitt amboð hjá Hamas.
Tey seks livdu sjálv í angist og desperatión og sorg – og tey vórðu brúkt av Hamas til at skapa angist og desperatión og sorg í teirra familjum og øllum ísraelska samfelagnum, sum á tann hátt eisini blivu gíslar.
Hetta er jú genialt. Politiskt sæð ímyndar hetta Hannukah-ritualið á upptøkuni, at islamisman hevur vunnið, og jødiska menniskjasýnið er innilæst og hevur tapt.
Globalize the Intifada
Vit mugu eisini ásannað, at Hamas enn vinnur hvønn dag. Massakran og gíslatøkan framprovokeraði eitt kríggj í Gaza, sum aftur framprovokeraði eitt ideologiskt kríggj um allan heimin undir herrópum sum Globalize the Intidafa.
Tað, sum hendi í Sydney í dag, er eitt ítøkiligt úrslit av tí: Intifada’in er globaliserað. Islamisman hevur vunnið ideologiskt.
Og tað viðkemur ikki bara jødum. Tað snýr seg ikki bara um Hannukah – tað snýr seg eisini um jól.
Fyri nøkrum árum síðani var ein islamistisk terroratsókn móti einum jólamarknað í Berlin. 13 doyðu og góð 200 blivu særd.
Í ár eru jólamarknaðir um alt Europa vardir við stórum betongblokkum, so terroristar ikki skulu sleppa framat við bilum. Men orðið er frítt, og almenn jólahald eru nógvaðstaðni saboterað av palestinaótangum, sum hava prædikað islam og rópt antizionistisk slagorð.
Tað hendir eisini í tí ríki, vit eru partur av. Í Danmark hevur forsætisráðharrin fyri fyrstu ferð í søguni fingið loyniligan bústað. Ikki orsakað av vanda uttaneftir, men tí hús hennara konstant vóru umgyrd av aggressivum palestinaótangum.
Danskir jødar hava leingi hava livað undir militerari verju. Sjálvur kenni eg tveir persónar, sum hava búð í Danmark, men nú búgva í Ísrael. Orsøkin kann sigast í trimum orðum: Globalize the Intifada. Tað bleiv ov óunnuligt í Danmark, har antizionistisk slagorð síggjast, hvar tú so vendir tær.
Moralski sigurin
Men hóast islamisman hevur vunnið, so kunnu tey dripnu og tað, tey stóðu fyri, kanska kortini fáa onkran lítlan sigur burturúr hesum.
Lat okkum hyggja aftur at Hannukah-haldinum hjá gíslunum í Gaza. Tey tendraðu ljós við øðrum ljósum.
Kunnu vit ikki siga, at tey sjálv vóru ljós – og at teirra søga kann kynda ljósini í okkara stakum?
Eg haldi tað.
Teirra søga kann lýsa fyri okkum, so vit síggja veruleikan. Ikki bara teirra veruleika, men eisini okkara veruleika. Og tað kann minna okkum á, at vit mugu verja okkum.
Fyri fáum árum síðani var Svøríki fyrimyndin hjá øllum heiminum. ”Folkhemmet Sverige” var trygt, stabilt, ríkt, javnt. Eitt sosialdemokratiskt mynstursamfelag.
So er ikki nú. Tilflytingin úr serliga muslimskum londum hevur broytt Svøríki. Tað er rekordnógvur harðskapur, skotbardagar, parallelsamfeløg, bandakríggj, nógv øki, har løgreglan als ikki hættar sær inn, og ein rúgva av fólki – svenskum borgarum – sum ikki taka undir við fólkaræðinum.
Eftir mínum tykki hava svenskir politikarar framt einki minni enn eitt brotsverk móti sínum egna fólki.
Men sviar kunnu illa gera nakað við tað nú. Skaðin er hendur. Tað er hann eisini í Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi. Tað ber illa til hjá teimum at koyra islamistar úr landinum, tí teir eru landsins borgarar. Og tað ber heldur ikki til at lóggeva móti islamistum uttan eisini at raka lóglýdnar muslimskar medborgarar.
Men støðan er ein onnur í Føroyum.
Her er eingin Moska. Eingin, sum brúkar Burkha ella Nikab. Eingin, sum vil demokratinum ann.
Høvdu vit bannað hesum, hevði tað ikki rakt eitt einasta menniskja. Vit kunnu binda um heilan fingur.
Onnur høvdu vilja givið øgiliga nógv fyri at verið í somu støðu.
Vit eru ikki skilagóð, um vit ikki brúka møguleikan.
(Eg veit, at summi fara at kalla hetta ”islamofobi”. Men tað er ikki ein fobi at óttast islamismuna og vilja verja seg móti henni. Tað snýr seg um at verja okkara arv. Okkara mentan. Okkara fólkaræði. At verja vunnin rættindi hjá kvinnum og minnilutum. At gera tað er bæði okkara rættur og okkara skylda).