Grønlendski landstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen, segði á tíðindafundi í gjár, at hann kennir ikki innihaldið í avtaluni, sum Donald Trump og NATO-aðalskrivarin, Mark Rutte, gjørdu saman eftir WEF-fundin í Davis fyrradagin.
Men hann segði tað vera jaligt at eitt diplomatisk spor er ávegis, og at tað eru samráðingar á høgum støði í gongd, sum skulu avgera, hvussu ein framtíðar avtala kann síggja út.
Mette, fór beina leið til Grønlands, eftir at hava verið til morgunfund við Mark Rutte í Brússel í morgun, og formaðurin og hon eru nú komin út úr sokallaðum arbeiðsfundi. So Mette hevur væntandi greitt Jens Frederik frá um hvat avtalan inniber.
Mette kom út úr fundarhølinum, væl vard av løgreglu- og trygdarfólki
TV 2 fekk bert høvi at seta Mette Frederiksen ein spurning.
- Eg eri fyrst og fremst í Grønlandi í dag fyri at vísa okkara sterka danska stuðul til grønlendska fólkið. Tað hevur verið ein sera trupul tíð, tað duga øll at síggja.
Forsætisráðharrin segði eisini, at hon nýtist at hava sera tætt samstarv við grønlendska forsætisráðharran, Jens-Frederik Nielsen.
Eisini kallar hon dagin ein arbeiðsdag, har vit skulu fyrireika okkara næsta stig saman sum ríkisfelagsskapinum.
Tá Anders Lomholt, journalistur hjá Tv2 spurdi hana
- Er kreppan av? kom einki svar frá henni.
Í staðin fór hon úr Húsinum hjá Hans Egede umringað av løgreglu og trygdarfólki og við heimspressuni beint á hælunum.