Ongi úrslit

Landsstýrismaðurin: Galaxy má ikki koma aftur til Føroya

Landsstýrismaðurin vil ikki síggja Galaxy aftur í Føroyum
Áki Bertholdsen
22. oktober kl. 14:51

– Støðan, sum suðuroyingar hava verið í, var óvirðilig.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Galaxy varð settur í sigling fyri Smyril, ímeðan hann var í dokk.

Stórt arbeiðið varð lagt í at finna avloysaraskip, men tað var ikki til at finna, sigur landsstýrismaðurin.

Og hann sigur, at tá ið avtornaði stóð valið ímillum Galaxy og Teistan, og so valdi hann Galaxy.

Men hann sigur, at hetta er ikki ein støða, hann var nøgdur við – tí tað var ikki virðiligt at bjóða suðuroyingum eina so vánaliga loysn.

Og hann er púra samdur við teimum, sum siga, at Galaxy má aldrin aftur koma til Føroyar.

– Tað hava vit lært upp á tann harða mátan, leggur hann afturat.

Og hann sigur, at Landsstýrið og Strandferðslan eru longu farin at kanna møguleikarnar fyri avloysaraskipi, nú Smyril skal í dokk aftur í 2028.

Og hann sigur, at fleiri møguleikar verða kannaðir.

Ein trupulleiki er, at eingin er sinnaður at leiga eitt skip í so stutta tíð um summarið ella um heystið.

Men eitt, sum nú verður kannað, er, um tað ber til at leiga eitt nøktandi skip í januar ella í februar, tí kanska eru betri líkindini fyri at fáa eitt skip ta árstíðina – og so lata Smyril fara í dokk tá.

Ein annar møguleiki, sum verður kannaður, er at leiga eitt skip í eitt longri tíðarskeið.

– Allir hesir møguleikar verða kannaðir, leggur Jóhan Christiansen afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41