Ongi úrslit

Landsstýrið ætlar at hækka 48 gjøld í miðal 127 prosent

Landsstýrið ætlar at hækka 48 sjóvinnugjøld, sum í miðal hækka 127%. Reiðarafelagið fyri Handilsskip ávarar ímóti hækkingunum og manglandi gjøgnumskygni

industry.fo/Shipping
23 tímar síðan

Í farnu viku, mikudagin 14. mai, hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip freist at lata inn viðmerkingar til fleiri broytingaruppskot frá landsstýrinum um hækkingar í ymsum gjøldum á sjóvinnuøkinum. Talan er um heili 48 gjøld, sum í miðal hækka 127%.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur latið inn hoyringarsvar og tekur ikki undir við broytingunum. Í hoyringarsvarinum vísir felagið á, at broytingarnar ikki bert snúgva seg um vanligar reguleringar, men um veruligar hækkingar og nýggj gjøld. Hetta skapar óvissu og økt trýst á vinnuna.

Felagið minnir á, at eitt gjald, sum verður álagt fyri eina tænastu ella eitt eftirlit, eigur at samsvara við arbeiðsbyrðuna og kostnaðin, sum myndugleikin hevur. Fleiri av gjøldunum tykjast tó ikki at fylgja hesi meginreglu, tí hækkingarnar eru so stórar.

Eitt dømi er gjaldið fyri skráseting í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS), sum hækkar við millum 15.000 og 30.000 krónum – ein hækking upp á umleið 25%. Eisini eru dømi um smærri gjøld, sum hækka við heilt upp til 400%, hóast tey í krónum og oyrum eru lítil.

Í hoyringarsvarinum ger felagið eisini greitt, at tað er sera óheppið, at so stórar og víðfevndar broytingar verða sendar til hoyringar uttan nakra frágreiðing. Felagið heldur, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eigur at greiða frá, hvørji sjónarmið og hvørjar grundgevingar liggja til grund fyri broytingunum.

Ein slík frágreiðing hevði styrkt gjøgnumskygnið og givið bæði vinnuni og almenninginum betri møguleika at meta um og viðgera ætlanirnar. Les hoyringarsvarið frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip her.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

14. mai kl. 14:03

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Sissal fær mína atkvødu

14. mai kl. 22:14

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00