Landsstýrið var í sínum fulla rætti at áseta við lóg, at manningarnar ikki skuldu vera við til at rinda fyri kvotukeyp í sambandi við royndaruppboðssølurnar í 2016.
Tað hevur Eystari Landsrættur gjørt av. Dómurin fall í gjár, og hann ger dómin hjá Føroya Rætti 14. januar 2021 til onkis.
Tað var í apríl 2016, at táverandi samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, eisini rópt CEF-samgongan, smíðaði og samtykti lógina um royndaruppboðssølu av kvotum – Løgtingslóg nr. 30 frá 12. apríl 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.
Talan var um at selja 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboðssølu.
Samgongan, ið tá sat, legði dent á, at gjaldið fyri kvotur, seldar á uppboðssølu, og tilfeingisgjald vóru gjøld fyri rættin at fiska, og at tað tí vóru rættindahavararnir einsamallir og sostatt ikki manningarnar, sum skuldu rinda hesi gjøld.
Í sáttmálanum, sum tey trý manningarfeløgini høvdu við Føroya Reiðarafelag, var tó ein gomul áseting, sum segði, at avgjøld fyri kvotukeyp skuldu ganga av óbýttum – tað er, at tey skuldu dragast frá samlaða avreiðingarvirðinum, áðrenn avroknað varð.
Tískil kom manningin eisini at gjalda fyri kvotukeypini, um reiðararnir tvíhildu um sáttmálaásetingina, men fyri at tryggja sær, at tað ikki hendi, bleiv tað sett í lógina, at manningarnar ikki skuldu gjalda.
Tað bleiv gjørt í § 7 um manningarviðurskifti, har stk. 2 er soljóðandi:
Stk. 2. Gjaldið fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.
Hetta funnu reiðararnir seg ikki í, og Føroya Reiðarafelag stevndi landsstýrinum við kravi um, at ásetingin bleiv ógildað.
Reiðararnir hildu uppá, at ásetingin í lógini bæði var brot á grundlógartryggjaða ognarrættin – tað er § 73 í donsku Grundlógini – grein 11 í Evropeiska Mannarættindasáttmálanum, sum millum annað snýr seg um rættin at skipa seg í fakfeløg at verja síni rættindi, og grein 4 í ILO-sáttmála nr. 98, (ILO: International Labour Organisation – altjóða arbeiðarafelagsskapurin), sum eisini snýr seg um rættin at skipa seg í fakfeløg og gera kollektivar sáttmálar.
Føroya Rættur gav reiðarunum fult viðhald í øllum, men tann dómin hevur Eystari Landsrættur altso kolldømt nú.
Umframt at staðfesta, at landsstýri og Løgting onki skeivt høvdu gjørt við lógarásetingini í 2016, áleggur landsrættardómurin Føroya Reiðarafelag innan 14 dagar frá í gjár at rokna at gjalda allan sakarmálskostnaðin í báðum rættunum, tilsamans 750.000 krónur.
Ein gjøllari viðgerð av dóminum og avleiðingunum av honum verða í prentútgávuni av Dimmalætting í næstu viku.