Landsliðsvenjarin hjá føroyska A-landsliðnum, Håkan Ericson, hevur givið NSÍ-málrevinum Klæminti A. Olsen nakað at hugsa um.
Teir komandi venjingardystirnir móti Kekkia og Kosovo kunnu gerast teir seinastu hjá Klæminti A. Olsen, um hann ikki skiftir til felag, ið spælir í bestu føroysku deildini. Hetta, tí NSÍ í ár flutti niður í næstbestu deildina.
– Við allari virðing fyri NSÍ og Klæminti, so er støðið í 1. deild í Føroyum ikki nóg gott til at varðveita sítt landsliðspláss. Skal Klæmint enn spæla á landsliðnum, so er hann noyddur at skifta felag til komandi kappingarár, og tað havi eg eisini greitt honum frá, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, við Dimmalætting.
Klæmint A. Olsen, sum er skrásettur fyri 52 landsdystir fyri Føroyar, deilir í løtuni málmetið á landsliðnum saman við Rógva Jacobsen. Teir hava báðir skotið tíggju mál á landsliðnum.
Mál nummar tíggju hjá Klæminti varð skorað í Nethanya-leikvøllinum í Ísrael fyri gott og væl einum ári síðan, og ofta hevur verið nevnt, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn húsavørðurin í Runavíkar Kommunuskúla fór at taka málmetið.
Men nú hevur Klæmint fingið at vita frá føroyska landsliðsvenjaranum, at skiftir hann ikki felag, so verður ikki pláss fyri honum á landsliðnum.
So er spurningurin, um NSÍ-hetjan velur at fara eftir málmetinum á landsliðnum ella um hann velur felag sítt framum eitt pláss á landsliðnum. Tað gerast vit nokk klókari upp á tær komandi vikurnar.
Klæmint Andrasson Olsen skrivaði annars í juli í fjør undir ein nýggjan tvey-ára sáttmála við NSÍ, har hann er skrásettur fyri at hava skorað 230 mál í Betri Deildini.