Ongi úrslit

Landið og kommunurnar samd um at savna demensøkið hjá kommununum

Tað er semja millum landið og kommunurnar um at flyta ábyrgdina av demensøkinum til kommunurnar, soleiðis at tryggjað verður, at borgarar ikki detta niður í millum skipanir

Almenna- og mentamálaráðið
14. oktober kl. 10:21

Í gjár høvdu landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu og formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, fund um málið um at savna demensøkið hjá kommununum.

Lógaruppskotið, sum leggur upp til, at tilboðini til borgarar undir fólkapensjónsaldur við demenssjúku frameftir verða veitt av kommununum, hevur verið til ummælis. Freistin at senda inn ummælisskriv er nú farin.

Mett verður, at hetta er ein góð og natúrlig loysn, sum tryggjar, at ábyrgdin verður greitt skipað og liggur hjá einum geira. Flestu kommunurnar hava væl útbygd tilboð til fólkapensjónistar við demens, bæði búpláss og dagtilboð. Við hesi broyting slepst undan, at borgarar og avvarðandi teirra mugu venda sær til fleiri almennar myndugleikar.

Tað er semja millum landið og kommunurnar um at flyta ábyrgdina av demensøkinum til kommunurnar, soleiðis at tryggjað verður, at borgarar ikki detta niður í millum skipanir. 


Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, heldur tað vera gott, at semja er fingin við kommunurnar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10