Ongi úrslit

Lærir seg tjóðsangin

Jóhanna Højgaard
21. januar kl. 18:00

Ein útlendskur maður á bólkinum Faroe Islands á Facebook, er sum tað tykist, hugtikin av tí vit øll hava sæð og upplivað undur EM í Oslo, nevniliga hvussu fjøldin av áskoðarunum hava sungið og rópt, fyri at stuðla spælarunum.

Hann skriva á vanganum:

- Um nakar hevur áhuga í tjóðsangi Føroya, Tú alfagra land mítt, við íblástri frá teimum rørandi senunum, sum verða vístar undan hvørjum EM-hondbóltsdysti, har Føroyar spælur, fekk eg eina góða leinkju at læra lagið og føroyska tekstin, saman við enskari týðing.

Eg plagi bara at syngja tá eingin hoyrir meg, men eg kundi hugsa mær at syngja saman við nógvum føroyingum á einum leikvølli onkustaðni í heiminum undir fótbólts- ella hondbóltsdysti.

Við hesum samleikanum eru teir altíð vinnarar, skrivar hann at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16