Sum vit áður hava skrivað, tekur Samgongan undir við, at Sirið Stenberg, landsstýrikvinna í uttanlandsmálum, skal fáa heimild at banna ávísum russiskum skipum at koma til Føroyar, tí illgruni er um, at tey njósnast.
Samstundis hava vinnulívsfólk og politikarar ávarað ímóti, hvussu stórar avleiðingar tað fer at fáa fyri føroyska búskapin, tí tey ivast ikki í, at so fara russarar at slíta alt samstarv við Føroyar.
Og nú sigur Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, at hóast landsstýriskvinnan fer at fáa hesa heimildina, er tað als ikki sagt, at hon fer at brúka hana.
Hann staðfestir, at tað er ikki prógvað, at russisku skipini njósnast. Og hann sigur eisini, at viðgerðin í Uttanlandsnevndini hevur víst, at tað er sera ivingarsamt um um hald er í illgrunanum.
Hann sigur, at russisk skip verða ikki bannað í Føroyum, fyrrenn ein nágreinilig lýsing er gjørd av, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri føroyska búskapin.
Hann leggur dent á, at tað skal vera samsvar ímillum tey tiltøk, sum verða sett í verk, og teimum avleiðingum tað fer at fáa fyri Føroyar.
Hann sigur, at tiltøkini, sum verða sett ímóti Russlandi, hava munandi størri avleiðingar fyri okkum, enn tey hava fyri onnur, størri lond.
Hann sigur, at samgongan leggur stóran dent á, at hóast landsstýriskvinnan flr heimildina at banna ávísum russiskum skipum, skulu nágreiniligar metingar gerast av teimum avleiðingum, tað fer at fáa.
– Tað skal javnvigast, so at tað er samsvar ímillum tey tiltøk, sum verð sett í verk og tær avleiðingar, tað fer at fáa fyri Føroyar.